Ætla at seta veðurmann

Fiskimálaráðið arbeiðir við einari ætlan um at seta ein veðurmann í starv Fyri nøkrum døgum síðani segði virkandi flogleiðarin hjá Atlantsflogi, at tað er stórur tørvur á einum veðurmanni á flogvøllinum í Vágum.

Kanska verður tað ikki so leingi, til ein veðurmaður kemur, tí fiskimálaráðið arbeiðir við einari ætlan um at seta eitt veðurfólk á flogvøllinum.

-Tað er ikki bara flogferðslan, sum hevur brúk fyri álítandi veðurforsagnum, men eisini flotin, so hetta er sjálvandi týdningarmikið at fáa á pláss, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, við útvarpið hjá Kringvarpinum.