Fyritaksemi
?Vit hava eina ítøkiliga ætlan sum fer at menna Suðuroynna. Og vit hava eisini pening til at seta hesa ætlan í verk. Nú stendur tað bara til politiska myndugleikan, um hann tekur av ella ikki.
Finnbjørn Poulsen, skipari í Lopra, er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri eina víttfevnandi vinnuliga ætlan, sum fer at skapa nógv arbeiðspláss í Suðuroy.
Eydnast hendan ætlanin, fer tað í fyrstu syftu at skapa arbeiði til eini 50-70 fólk. Men gongur sum ætlað, fer hetta talið sum frálíður at økjast enn meiri.
Tað, sum Finnbjørn og hansara samstarvsfelagir ætla, er bæði at útvega skip og at byggja nýtt virki til at virka fisk á landi.
Tað eru nú tveir mánaðir síðani, at teir vóru í Fiskimálaráðnum við eini umsókm um at fáa loyvi til at útvega skip og um at fáa fiskiloyvi til skipið.
? Tað, vit ætla, er at útvega eitt skip til uppisjóvarfisk og sum skal fiska svartkjaft, lodnu, sild og makrel.
Men samstundis er ætlanin at gera eitt virki á landi til at virka uppisjóvarfisk til matna til útflutnings.
Skipið, teir søkja um, skal vera ein partur av rávørugrundarlagnum undir virkinum.
Men samtundis hava teir gjørt avtalur við onnur skip um avreiða til virkið fyri at tryggja nóg nógva rávøru.
Eru ikki skutilsveinar
Skiparin úr Lopra sigur, at hetta er ein ætlan, sum teir hava hugsað væl og virðiliga um.
? Vit hava havt serkøn á økinum til at gera marknaðarkanningar fyri okkum og útlitini eru sera góð. Samstundis hava teir longu útvega neyðuga peningin til at seta ætlanina í verk
Teir, sum standa fyri ætlanini, drúgvar royndir í uppisjóvarvinnuni. Teir hava bæði siglt við og ført donsk nótaskip í eitt áramál.
?Annars halda vit, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at landsins myndugleikar eisini lata yngri menn við drúgvum royndum, sleppa framat í føroysku fiskivinnuni.
Hann leggur afturat, at samstundis eru teir fúsir til at binda hetta fiskiloyvi, teir søkja um, til Suðuroynna, so at tað ikki eisini endar norðanfyri, soleiðis sum fleiri onnur fiskiloyvi í Suðuroy eru endað seinastu árini.
Hann sigur eisini, at teir hava lutfalsliga nýggj skip í kikaranum, sum tað ber til at keypa fyri einar 40-50 milliónir. Talan er um skip, ið taka 1500-2000 tons.
Og Finnbjørn Poulsen leggur dent á, at talan er um eina føroyska ætlan og at teir ikki eru skutilsveinar fyri útlendsk, peningalig áhugamál.
Hann leggur afturat, teir biðja sostatt ikki um eitt oyra í studningi.
? Tað einasta, vit biðja um, er um loyvi til at útvega eitt skip og um fiskiloyvi til upisjóvarfisk, so at vit sleppa ígongd. Sostatt liggur lagnan hjá hesi verkætlanini nú í hondunum á politiska myndugleikanum.
Væntar undirtøku
Men lopransmaðurin ivast ikki í, at politiski myndugleikin fer at vísa vælvild.
Hann sipar til flaggrøðuna, sum sjálvur løgmaður helt í Vági og har Jóannes Eidesgaard segði, at Landsmyndugleikarnir eiga at gera sítt til at lofta tiltøkum og stuðla teimum, so at tey kunnu fremjast.
? Vit seta álít á, at hetta ikki eru tóm orð, tí talan eru um orð frá sjálvum løgmanni. Finnbjørn Poulsen sigur, at fortreytin fyri ætlanini er júst, at landsstýrið loftar tiltakinum og stuðlar tiltakinum, so at tað kann fremjast.
Hann vísir eisini á, at Suðuroyggin eigur ongan lut í uppisjóvarvinnuni og tí er ætlanin sera viðkomandi,serliga tá ið hugsað verður um tað stóru kreppu, sum økið er í.
Hann vísur eisini á, at tað eru ikki ov nógv uppisjóvarskip í flotanum, sum er og at tað tí er rúm fyri hesum afturat við teimum fiskirættindum, vit hava.
? Føroyingar hava ligið sjóvarfallið av sær í uppisjóvarvinnuni og hava verið alt ov trekir at útvega sær skip til endamálið. Sostatt koma vit eisini at vera eftirbátur, tá ið svartkjafturin einaferð verður býttur sundur ímillum tey ymsu londini.
Finnbjørn Poulsen vísur eisini á, at í fjør var føroyska kvotan av atlantosildini uppfiskað fyri fyrstu ferð í nógv ár.
? Men tað allarmesta av henni varð avskipað til móðurskip. Eg haldi ikki at tað er rætt at lata fyrsta floks rávøru fara til djóraføði, bara fyri at fáa kvotuna uppfiskað, heldur enn at virka hana til matna, har hon gevur munandi meiri úrtøku.
Samstundis vísa teir eisini á, at lodnan undir Íslandi, Grønlandi og í Barentshavinum eru eisini áhugaverd fiskasløg hjá einum skipi, sum suðuroyingarnir hugsað um, eins og hestamakrelur og nebbasild í kanalini og í Norðsjónum og vestanfyri fýra stig, eisini eru tað.
Harafturat eru umstøðurnar í Vági sera góðar at fara undir nýtt virksemi við tað, at nýggj djúphavn verður gjørd og stórir virkisbygningar tanda tómir.
Finnbjørn Poulsen sigur, at endamálið við teirra virkisætlan, er, at fáa sum mest burturúr fiskatilfeinginum og at úvega so nógv arbeiðspláss sum gjørligt.
Hann sigur, at í fyrru atløgu er ætlanin at frysta lidnar og hálvlidnar vørur á virkinum á landi.
Men gongur sum ætlað, er í aðru atløgu ætlanin at virka fiskin víðari til matnað og tað fer at skapa enn fleiri arbeiðspláss.
Finnbjørn Poulsen vónar, at teir fáa svar úr landsstyrinum skjótt, tí gongur ov long tíð, kunnu skipini, teir hava í kikaranum, gleppa teimum av hondum.
Hann leggur afturat, at fáa teir ikki loyvi til at seta hesa verkætlanina ígongd í Suðuroy, fara teir at leita aðrastaðni við henni.
Verri enn í kreppuni
Finnbjørn Poulsen sigur at veruleikin er, at í Suðuroy er støðan í dag enn verri enn hon var, tá ið kreppan var upp á tað ringasta fyri 10-14 árum síðani. Og enn sum áður stendur serliga illa til í syðru helvt, her arbeiðsloysið er rættiliga stórt.
? Suðuroyggin er á veg um tað kritiska markið, haðani tað ikki vendist aftur, Hinvegin frættist lítið og onku um vinnuligar ætlanir.
Samstundis hevur dúgliga verið sóknast eftir vinnuligum ætlanum, eins og tað mangan er sagt, at framtøkini mugu koma frá suðuroyingum sjálvum.
Finnbjørn Poulsen sigur, at hetta er so ein væl undirbygd roynd at skapa nakað nýtt í oynni.