Ætla at vísa tann umstrídda filmin

Í Týsklandi ætlar høgrafelagsskapurin Pro Deutschland at vísa tann umstrídda filmin "Innosence of Muslims" í einum biografi í Berlin. Felagsskapurin sigur, at málið snýr seg um list og talifrælsið.

Týski innanríkisráðharrin, Hans-Peter Friedrich, sigur í samrøðu við blaðið Der Spiegel, at hann fer at gera alt, sum stendur í síni makt, til at forða fyri, at filmurin verður vístur í Týsklandi.

-Tílíkir felagsskapir hava sum mál at hótta muslimar í Týsklandi og at bera brennið á bálið, sigur ráðharrin við blaðið.

Filmurin hevur elvt til ófrið nógvastaðni í tí muslimska heiminum, har fólk eru í øðini um filmin, tí hann háðar Muhammed profet.