Ætla framvegis at halda freistina

-Strandferðslan hevur kravt, at nýggja sandoyarferjan í øllum førum verður liðug 1. apríl

Tað fer ikki at nerva sandoyarferjuna stórvegis, at hon er seinkað so nógv ur Póllandi. Sostatt bendir nógv á, at tíðarætlanin fer at halda. Tvs, at tað er tann seinasta tíðarætlanin, sum fer at halda, tí eftir teirri upprunaligu ætlanini skuldi hon longu verið sett í sigling.

Men eftir, at hon bleiv eitt hálvt ár seinkað av polsku skipasmiðjuni, sum gjørdi skrokkin, hevur 5. mars verið nevndur sum dagurin, tá ið nýggja Sandoyarferjan skuldi setast í sigling.

Men síðani tá er hon blivin enn meiri seinkað. Eitt nú lá hon eina viku í Skagen, tí líkindi vóru ikki at sleipa hana til Føroyar.

Nú um dagarnar kom skrokkurin so til Skála, har øll segl verða sett til fyri at gera hana lidna.

Men skipasmiðjan hevur boðað Strandferðsluni frá, at av tí, at skrokkurin aftur er so nógv seinkaður til Føroya, er skipasmiðjan noydd til at endurskoða byggiætlanina.

Tað hendi á einum fundi mikudagin.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur at aftaná fundin, fekk hann boð frá skipasmiðjuni um, at hon framvegis miðjar eftir at halda freistina, so at ferjan kundi handast Strandferðsluni 5. mars. Men Skipasmiðjan tekur kortini tað fyrivarni, at smávegis frávik kunnu verða gjørd, av tí, at skrokkurin kom so seint til Føroyar.

Stjórin sigur, at Strandferðslan hevur svarað aftur, at hon góðtekur, at sum umstøðurnar eru, verða smærri frávik í tíðarætlanini góðtikin.

- Men vit hava kravt, at hon verður liðug í seinasta lagi 14 dagar áðrenn hon verður sett í sigling. Og setast í sigling, tað skal hon 14. apríl, tí tá gongur undantaksloyvi hjá Tróndi út.

-Vit hava boðað frá, at vit vilja hava minst 14 dagar at venja okkum við skipið og tí mugu vit hava tað í seinasta lagi fyrst í apríl, sigur Reidar Nónfjall.


Ein kollvelting

Reidar Nónfjall sigur at nýggja sandoyarskipið verður ein kollvelting hjá sandoyingum, bæði hjá ferðafólki og hjá vinnulívi.

Nýggja Sandoyarferjan fer t.d. at taka tveir stórar treylarar og so einar 12 persónbilar afturat, ella tilsvarandi fleiri persónbilar, so tað verður helst søga, at ikki alt sleppur við. á Biladekkinum er gongubreyt, so at ferðafólk ikki koma í samband við bilar. Men yvirhøvur er Tróndur ikki ov lítil til ferðafólk, so nýggja ferjan fer at taka sama tal av ferðafólki, sum Tróndur, tvs. gott 200. Men umstøðurnar umborð verða nogv betri.

Nýggja Sandoyarferjan fer at sigla 11 míl og tað er eitt lítið vet skjótari enn Tróndur.