Ætlaði at ræna turkiskt flogfar

Ein maður royndi í dag at ræna eitt turkiskt flogfar, tá tað var á veg úr Oslo til Istanbul við 59 ferðafólkum.

Flogfelagið Turkish Airlines sigur, at maðurin reistist brádliga í flogfarinum og rópti, at hann hevði eina bumbu. Hann royndi at sleppa fram til flogskiparan, men tað miseydnaðist.

Tá flogfarið setti seg í Istanbul-floghavnini, stóð turkiska løgreglan á flogvøllinum, og maðurin varð tikin beinanvegin. Sagt verður, at hann var drukkin, men bumba var eingin.

Fólk, sum vóru við flogfarinum, siga, at maðurin tosaði tyrkiskt, og at hann vildi hava flogskiparan at venda aftur til Oslo.