Nú er ætlanin at fáa rættiliga gongd á felagslívið í endurstovnaða bátafelagið í Havn.
Í Tórshavnar Bátafelag eru tey nú komin uppundan við at innrætta hølið og at skipa felagið o.s.fr, og nú er ætlanin at skipa fyri ymsum tiltøkum.
Bátafelagið heldur til í gamla pakkhúsinum beint uttanfyri Samvinnufelagið niðri í Vágabotni.
Formaðurin í felagnum, Kartni Olsen, og næstformaðurin, Øssur Hjalt, siga, at ætlanin er í fyrstu syftu at hava felagshølið opið annaðhvørt mánakvøld og frá kl. 10 annanhvønn leygardag- tann leygardagin streymurin er harður og ongin fer í fjørðin.
Ætlanin er t.d. at hava onkrar fyrilestrar, onkur kemur oman at vísa bjargingarútgerð fram og sjómansskúlin fer at fortelja limum, hvøri skeið o.g. annað, sum smábátaeigarar kunnu fáa.
Í felagshølinum er eitt felagsrúm, vaskimaskina og turkitrumla, sum felagið hevur fingið til gávus frá LM handlinum, umframt brúsa, wc, og vask.
? Tað var liðugt seint í summar beint áðrenn tann seinasti, útlendski stuttleikabáturin fór. Tað vóru eini týsk hjún, sum vóru ómetaliga fegin um, at tað bar til at koma í felagið at vaska klæðir og í bað o.s.fr.
Avtala er fingin við handlar í grannalagnum, har fólk kunnu fáa lykil til brúsu, wc, vaskimaskinu og turkitrumlu.
Í nevndini í Tórshavnar Bátafelag eru Kartni Olsen, formaður, Øssur Hjalt, næstformaður, Heðin Ólavson er skrivari, Petur Jensen er kassameistari og nevndarlimir eru Palli á Dul og Benadikt Petersen.
Fingið búmerki
Í bátafelagnum eru næstan 250 limir. Limagjaldið er 100 krónur um árið.
Tað felagið er ikki bara fyri bátseigarar. Øll, sum hava áhuga fyri sigling, kunnu verða limir.
Herfyri skrivaði felagið út kapping um búmerki. Heili 28 uppskot komu inn og í farnu viku vórðu virðislønirnar handaðar.
Árni Jacobsen í Klaksvík fekk fyrstu virðisløn, sum var ein ferð til Bergens við Norrønu.
Men tíverri lá ikki fyri hjá honum at koma til Havnar at taka ímóti henni.
Vinnandi uppskotið er ein bátur, sum kemur ímóti tær við seglum.
Aðru virðisløn, sum var eitt ekkolodd frá bátatænastuni, fekk Jóannes Eli Iversen í Havn.
Triðju virðisløn, sum var eitt sett av oljuklæðum frá Andriasi í Vágsbotni, fekk Símun Poulsen, eisini í Havn.
? Nógv av uppskotunum vóru sera væleydnað, so tað var trupult at velja. Men eftir at hava ráðført okkum við serkønar, komu vit eftir, at umframt at vera sera vakurt, var tað vinnandi uppskotið tað, sum riggar best at verða minkað niður og prentað á brævbjálvar, brøv o.s.fr, siga formaðurin og næstformaðurin í bátafelagnum.