Ætla sær trý gull

Súkkling: Føroyar senda ein sterkan hóp til oyggjaleikir, og málið er at vinna fleiri gull.

Í morgin seta føroysk ítróttarfólk kósina ímóti Gotlandi, har oyggjaleikirnir eru á skránni frá sunnudegnum fram til fríggjadagin. Sjálva setanin verður í Visby nú leygarkvøldið.


Sjey súkklarar eru við fyri Føroyar hesaferð, og ein teirra er Torkil Veyhe, sum nú súkklar hálva tíð í Danmark og sigur seg vera í besta forminum, hann nakrantíð hevur verið í.


- Málið er at vit sum land skulu vinna trý gull. Um tað eri eg ella onkur annar er líkamikið, sigur hann við oyggjaleikablaðið, sum Sosialurin hevur givið út.


- Dávur Magnussen koyrir eisini væl fyri tíðina, og tað skulu vit brúka. Tað er hørð kapping, so tað verður ringt, men eg haldi vit hava styrkina til tað sum eitt lið, so tað skulu vit royna at brúka, sigur Torkil víðari.

 

Súkklað verður á landavegi, býarkoyring og í einkultstarti. Afturat hesum er eisini liðkapping.

 

Tey, sum umboða Føroyar í súkkling, eru Torkil Veyhe, Dávur Magnussen, Gunnar Dahl-Olsen, Jan Hjaltalin Olsen, Jóhann Brend, Svanna Poulsen og Birita Poulsen.


Torkil Veyhe hevur í dag luttikið í DM í einkultstarti. Hann bleiv nummar 10 út av 57 súkklarum við tíðini 00:48:07.74. Vinnari gjørdist Martin Toft Madsen við tíðini 00:46:08.14.