Sambært BBC hava fýra bretskir ríkisborgarar nú viðgingið, at teir høvdu lagt ætlanir um at bumba børsin í London. Teir hava samstundis upplýst, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda var teirra fyrimynd.
Teir fýra ætlaðu sær at bumba børsin í London á jólum í 2010, men løgreglan tók teir, áðrenn teir fingu fullført ætlanina. Fimm aðrir menn vórðu tiknir, men higartil eru tað bara teir fýra, sum hava játtað sek sekar, sigur BBC.
Menninir høvdu ætlanir um at søkja at fleiri málum. Í einum brævi, sum løgreglan hevur funnið, viðgera menninir møguleikarnar fyri at søkja at børsinum, amerikonsku sendistovuni, borgarstjóranum í London og tveimum jødiskum rabbinarum.
Verjin hjá einum av teimum fýra monnunum sigur, at menninir ætlaðu ikki, at bumburnar skuldu krevja nakað mannalív, men bara oyðileggja bygningar og hús.