Ætlaðu at skjóta skúlanæmingar

Týska løgreglan hevur forðað fyri einum skúlahópdrápi

Løgreglan í týska býnum Köln hevur tikið ein 18 ára gamlan drong, sum hevur viðgingið, at hann og ein vinmaður hansara høvdu lagt eina ætlan um at skjóta næmingar á einum studentaskúla. Tann 17 ára gamli vinmaðurin beindi fyri sær, áðrenn løgreglan fekk fatur á honum.

 

Tað var leiðslan á Gerhard Büchner-studentaskúlanum, sum varskógvaði løgregluna, tí tann 17 ára gamli hevði lagt nakrar myndir frá skúlahópdrápinum í Colombine út á internetið. Hópdrápið í Colombine í USA var í 1999, tá tveir næmingar skutu 13 fólk.