Myndugleikarnir í Saudiarabia hava tikið tveir menn, sum eru undir illgruna fyri at hava ætlað at stoyta eitt lítið flogfar ímóti einum fullsettum ferðamannaflogfari hjá bretska flogfelagnum British Airways.
Bretska blaðið The Mail on Sunday skrivar, at saudiarabisku myndugleikarnir hava einki sagt um handtøkuna, tí teir royna at dylja hana, og ein talsmaður hjá myndugleikunum avsannar eisini, at teir báðir menninir eru tiknir. Men ein bretskur politikari sigur við blaðið, at hann frá álítandi keldum hevur fingið váttað, at tíðindini eru sonn.
Bretska uttanríkisráðið vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini í The Mail on Sunday. British Airways hevur heldur ongar viðmerkingar, men tað hevur flogfelagið ongantíð, tá tílík tíðindini verða borin.