Virgar T. Dalsgard
(framhald frá mikudagsblaðnum)
(Framhald av greinini, Sjónvarpsins sjakalar)
Nú kann kanska onkur andøva ímóti og halda, at hesin góði Grækaris vísti seg sum ein mann í fjør, tá ið hann beint uppundir jól gav út bókina »Skjót journalistin« saman við harra Øssuri Winthereig, einum øðrum turrgeldum egocentrikara. Vóru hetta ikki raskir dreingir, sum herjaðu á sitandi løgmann? Var her ikki talan um samfelagsmál og maktmisbrúk hjá einum manni, sum sat við stórum valdi? Gaman í, men bókin skuldi, um hon skuldi hava nakran relevans verið skrivað fyri meira enn tjúgu árum síðani. Tá var málið aktuelt, og sjakalarnir komu ikki fram við rættiliga nógvum, sum fólk ikki vistu longu fyri nógvum árum síðani. Tá ið hesir bádir vágaðu sær fram við bókini, var tað avgjørt ússaligt »post festum» og bara feikur konstaterandi gulur journalistikkur, sum allarhelst var »bestilt arbeiði» frá høvuðkambunum allarovast í tjóðveldisflokkinum. Teir vóru nevniliga so naivir, at teir billaðu sær inn, at tjóðveldið kundi fáa løgmann, og so skuldu hesir báðir journalistgarpar hava gilt afturfyri. Motivið var týðuligt - persónlig maktgirnd hjá bádum bókagørpum!
Í staðin fyri hava hesir báðir politiserandi mikrofondreingir, harra øssur & harra grækaris kompromitterað seg so, at teir aldri aftur áttu at sloppið framat einari almennari mikrofon. Teir eru djúpt óseriøsir sum journalistar, lívegnir ørindadreingir hjá tjóðveldisflokkinum og andiliga trúlovaðir við allari tí maktsjúku Hoydalsklikuni. Teir hava tí púra eingi moralsk rættindi til at fáast við tíðindafluttning - teir kundu kanska fingið innivist á meinigheitsblaðnum hjá tjóðveldisflokkinum, Fregnir. Í tí blaðkøstinum hoyra triðja rangs journalistar heima. Bókin »Skjót journalistin» er so illa skrivað, at sjálvt ein smáttbegávaður sjeynda-klassa næmingur hevði skammast við slíkt fuskarbeiði.
Ommu-effektin brúkt sum politisk pressión
Skandalu- og sensatiónsjournalistikkurin hjá sjónvarpinum hevur í allarseinastuni fingið parlamentariskar konsekvensir, bæði á Løgtingi og Fólkatingi. Fyri stuttum stillaðu harra Bill Justinussen og Finnur Helmsdal hykleriskar spurningar á tingi um smádrongin hjá sjónvarpinum. Teir kendu væl svarið frammanundan, men teir kundu jú fáa gruggað málið eitt sindur við at leggja ónossligt trýst á parlamentarikararnar. Fyri at seta rættiligan trumf á, høvdu hesir báðir farisearar fingið dragsað ommu drongin niðan í tingið. Omman sat so á áhoyraraplássinum og økti um parlamentariska trýstið! Hetta er beinleiðis emotionellur terror móti føroyskum løgtingsmonnum. Harra Helmsdal hevur sjálvur sum barnaverndarformaður sent eitt ótal av børnum til Danmarkar - hann veit betur enn nakar, at tað er einki óregluligt hent í smádreingja-málinum, men hann letur seg brúka sum hent tjóðveldisamboð hjá sjónvarpsins sjakalum! Populistar sum Bill og Helmsdalur spilla tingsins kostbaru tíð. Seinni hevur so medicinmaðurin Jenis av Rana, leiðarin av farisearaflokkinum eisini blanda seg uppí!
Tað, sum Helmsdalur troystar sær á løgtingi, loyvir Hoydalur sær á Fólkatingi. Harra Høgni Hoydal er so langt úti nú, at hann hevur á sjálvum Fólkatingi reist málið um drongin, sum skal til Danmarkar. Sum um hetta lítla ommumál hoyrir heima á ministara-niveau! Soleiðis sum Høgni grætur fyri donskum ministarum, mugu vit útisetar næstan fáa varhugan av, at drongurin skal deporterast til Devlaoynna. Hetta er mest mikroskopiska mál, nakar politikari enn hevur spilt tíðina hjá einum donskum ministara við. So tað lukkaðist enn einaferð harra Høgna at gera øllum føroyingum fyri skommum og seta sítt egna met í perfidari populismu og emotionellari demagogi
Sjálvt ikki Erlendur Patursson fekk seg til at stilla so idiotiskar spurningar, hóast hann aloftast ferðaist í tí demagogiska køstinum!
Smakkleys populisma á Fólkatingi
At andstøðuleiðarin, harra Høgni Hoydal er farin so á knøini, at hann fær seg til at promovera seg við so smáum málum, vísir bara, at hann antin er steinbýttur ella er í desperatari neyð. Spurningurin, hann hevur stillað donskum ministarum er so óintelligentur, at vit skullu heilt aftur til abba hansara, Karstin Hoydal fyri at finna nakað líka so politiskt tápuligt.
Landsstýrismaðurin Karstin Hoydal vildi, sum kunnugt í síni tíð hava løgtingsmenn at viðtaka, at hann ikki hevði drukkið annað enn sodavatn í kantinuni í Mjørkadali. Hesum groteska uppskoti kundu sjálvt partamenn hansara ikki taka undir við, tí teir vistu av góðum grundum ikki, hvat ið hevði verið í Karstinsglasi. Men fjákutari spurningur hevur ikki verið stillaður nakrantíð av føroyskum politikara, fyrr enn nú abbasonurin Høgni hevur dummað seg á Fólkatingi. Mikroskopiska lítið statsmansevni er í slíkum skølingum!
Hevur nakar hugsað um at skipa fyri einum árligum farisearaprísi til Føroya størsta hyklara? Um so var, hevði kappingin verið knívshvøss millum teir fimm pseudofilantropisku umsorgarmenninar, Grækaris, Høgna, Finn, Jenis og Bill. Allir høvdu verið favoritkandidatar. Hesir pásetligu sjálvgóðu menninir ætla at bjóða seg fram sum eitt kvalificerað alternativ til teir socialu myndugleikarnar. Ja, tað hevði verið nossligt, ha?! Er eingin, sum skammast vid okkara perverterada og vamlisliga sjónvarp? Megastørsta menniskjansliga skommin eru avgjørt teir bádir fariseararnir, Grækaris og medicinmadurin Jenis, men harra Hoydal er landaskommin, nú hann er farin at ómaka danskir ministarar vid pseudomálum! Harra Hoydal er eiggiliga dumpadur sum parlamentarikari, men hann hevur stadid allar royndir og næstan met sum perfidur populistur, perversur provokatørur og fjadursárur hyklari. Eingin, sjálvt ikki hansara egnu kunnu taka hann í álvara sum politikara eftir hetta!
Høvdu allir hesir úlvar í seyðaklædum fingið nakað socialt vald, hvat Harrin forbjóði, so hevði ein stórur partur av tjóðini blivið socialir klientar. Latum okkum verja fólkið móti hesum óhumsku, maktsjúku og følsku profetum! Latum okkum avdúka hesar falsarar! Lat okkum skræða gekkaskortin av teimum, so fólkið sær, hvussu spillnaknir teir eru! Her átti sjónvarpið at gingið á odda!