Ætla undir beinleiðis sigling ímillum Suðuroy og meginlandið

Farmaskipið, sum Gøtumenn hava keypt, fer eftir ætlan at sigla beinleiðis ímillum Suðuroy og meginlandið einaferð um vikuna

Farmaflutningur

Gongst sum ætlað, fáa suðuroyingar nú ein flutningsmøguleika afturat ímillum Suðuroynna og umheimin.
Tað er Farmaskipið Norland, sum gøtumenn hava keypt, sum nú ætlandi fer at sigla beinleiðis ímillum Suðuroynna og meginlandið.
Tað er nakað síðani at eitt dóttirfelag hjá Hera Thomsen í Gøtu keypti norska farmaskipið Nordland.
Dóttirfelagið hevur fingið navnið Norlink og skipið hevur fingið navnið Norland og ætlanin við skipinum er at seta tað í sigling ímillum Føroyar um umheimin.
Partafelagið hjá Hera Thomsen eigur tveir triðingar í Norland og partafelagið innan, sum m.a. eigur Trónd í Gøtu, eigur ein triðing.
Skipið kemur til Føroya í januar, og ætlanin er at seta tað í sigling um ein mánað.
Tórhallur Thomsen, útgerðarmaður, sigur, at ætlanin er at Norland skal leggja at í Suðuroy, sum síðstu havn í Føroyum, áðrenn siglt verður niður á meginlandið.

Sigla úr Suðuroy
Tórhallur Thomsen sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at Norland skal leggja inn í Suðuroy týskvøld á veg úr Føroyum niður á meginlandið.
Hann sigur, at eftir tí, hann hevur skilt, eru suðuroyingar mest áhugaðir í beinleiðis sambandi við Skotland.
? Hetta var eisini upprunaliga ætlanin hjá okkum, men tað er ein spurningur um vit hava stundir til at sigla til Skotlands.
Tað er ikki avggjørt enn, men vísir tað seg, at vit ikki hava stundir til tað, verður siglt beinleiðis niður til Danmarkar.
Skal fiskur á feskfiskamarknaðin í Bretlandi, er tað sjálvsagt ein fyrimunur at sigla til Skotland.
Men er talan um fisk á marknaðin á meginlandinum í Evropa, er tað ikki verri, at siglt verður til Danmarkar, sigur hann.
Í Danmark hava tey samstarvsavtalu við eitt felag, sum koyrir niður ígjøgnum Evropa hvønn dag.
? Tað, sum Norlink roynir, er at fáa eina ferðaætlan at passa, so at siglast kann úr Suðuroy týsdag, síðani til Scrabster og haðani til Danmark.
?Men tað er ivingarsamt um vit hava stundir til tað, men vit kanna málið framvegis.
Keldur í fiskivinnuni siga, at ein túrur týskvøld hevði verið kærkomin fyri feskfiskaframleiðsluna í Suðuroy, tí so ber til at arbeiða allan mánadagin og allan týsdagin.
Hvagar hesin túrin skal ganga, veldst um, hvagar fiskurin skal. Vanliga hevur Týskland verið ein stórur feskfiskamarknaður hjá føroyingum og tá er tað ein stórur fyrimunur, at siglt verður beinleiðis til Danmarkar.

2000 plattar og 32 bingjur
Farmaskipið, Nordland, er bygt í Noregi í 1976 og er longt í 1982.
Skipið er 87 metrar langt og 14,5 metrar breitt. Tað lastar stívliga 1700 tons.
Nordland hevur síðuportur og tekur einar 2000 plattar og 32 bingjur.
Høvuðsmaskinan er ein B&W Alpha 3432 hk., og ferðin ferat liggja um 13 míl.
Hetta er at kalla systurskip Blik og Lóm.
? Hetta er kanska ikki tað mest nýmótans skipið, men hetta var so tað, pengarnir strektu til, sigur Tórhallur Thomsen.