Útland - Stubbar

Sjáldsom

vitjan

Eftir innbjóðing frá jap­anska forsætis­ráð­harr­an­um, Yasuo Fukuda, hevur kinesiski for­setin, Hu Jintao, gjørt av at fara til Japan at vitja næsta ár. Seinast ein kinesiskur for­seti var í Japan, var í 1998, tá Jiang Zemin var í Tokyo, men vitjanin end­aði í ruðu­leika, tí londini fóru at kegl­ast um for­tíð­ina. Síðani eru fleiri inn­bjóðingar farnar úr Tokyo til Beijing, men ikki fyrr enn nú er nakað komið burt­urúr. Politiskir eyg­leið­arar siga, at tey bæði bú­­skap­arligu stórveldini hava nógv at tosa um. Eitt nú eru tey ósamd um rætt­indini til gass­ið undir hav­botninum í Eystur­­­kin­es­iska Havinum.

 

Howard

revsar

felagar

Forsætisráðharrin í Av­stralia, John Howard, við­gekk í gjár, at tveir týð­andi limir í flokki hansara, Liberala flokkinum, høvdu medvirkað til at bera almenninginum ein bókling, sum knýtir A­r­beiðaraflokkin at islam­skum yvirgangs­monn­um. Í bóklinginum, sum Islamska Fylkingin í Avstra­lia hevur skrivað, takka út­gev­ararnir Ar­­beið­araflokk­inum fyri at hava stuðlað indon­es­isku monn­unum, sum blivu dømd­ir fyri bumbuatsóknina á Bali í 2002. Atsóknin var óvanliga ógvuslig og kost­aði 202 manna­lív. Á tíð­indafundi í gjár segði John Howard, at teir báðir floksfelagarnir hava fing­ið sekkin. Val verð­ur í Avstralia um vikuskiftið.

 

Óvanlig

blað­grein

í Iran

Tað hevur vakt stóran ans í Iran og aðrastaðni, at eitt iranskt blað hevur funnist hvass­liga at Mahmoud Ahma­dinejad, forseta. Mill­um ann­að heldur blað­ið, at fram­ferð­in hjá for­setanum er óheppin fyri iranska sam­felagið og tæn­­ir ikki landsins áhuga­mál­um í altjóða høpi. Blaðið skriv­ar eisini, at at­burðurin hjá forsetanum elvir til spjað­ing innanlands. Útlendskir eyg­leiðarar halda tað vera sera áhugavert, at grein­in sten­dur í einum blaði, sum verður hildið at hava tætt til­knýti til tann týðandi átrúnað­arleiðaran Ali Khaminei.