Ætlanin er nú at loysa stórantrupulleika hjá norðoyingum

Ætlanin er at Sam skal sigla um Leirvíksfjørð afturat Dúgvuni so at tað hereftir verða tvey skip sum røkja ferðasambandið til og úr Klaksvík

Strandferðsla

Gongst sum ætlað verða stóru trupulleikarnir við ferðasambandininum hjá norðoyingum nú loystir.
Dúgvan klárar ikki at nøkta tørvin á flutningi og tað hevur elvt til stórar trupulleikar og bíðitíðir, bæði hjá vanligum ferðafólki, men ikki minst hjá vinnuni í Norðoyggjum, tí tørvurin á flutningi veksur alsamt.
Hetta hevur verið eitt mál, sum Strandferðslan og Vinnumálaráðið hava arbeitt við í eina tíð og
nú tykist sum um at ein loysn er í eygsjón heilt skjótt.
Ætlanin er nevniliga at seta Sam í sigling um Leirvíksfjørð afturat Dúgvuni so at tað hereftir skulu vera tvey skip, sum sigla um Leirvíksfjørð.
Strandferðslan hevur gjørt eitt upprit um málið við eini meting av, hvat tað fer at kosta og tað uppritið er nú til viðgerðar í Vinnumálaráðnum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at hann nú fyrireikar eitt uppskot at leggja fyri Landsstýrið, saman við eini umsókn um eykajáttan.
?Strandferðslan mælir til, at Sam verður settur í sigling um Leirvíksfjørð og tað verður eisini tilmælið frá Vinnumálastýrinum til landsstýrið.
Hann sigur, at skal tað bera til at seta Sam í sigling, má Landsstýrið lata Strandferðsluni eina eykajáttan og spurningurin er so, um Landsstýrið tekur undir við tí.
Hvussu stórari eykajáttan, brúk verður fyri, vil hann ikki siga, fyrrenn Landsstýrið er kunnað um málið.
Bjarni Djurholm sigur, at gongst sum ætlað, verður Sam settur í sigling sum skjótast.
Men tá ið undirsjóvartunnilin verður tikin í brúk í november, verður Ternan tøk og tá er ætlanin at hon skal setast í sigling um Leirvíksfjørð afturat Dúgvuni so at tað verða tvey stór skip, sum kom at røkja siglingina.
Orsøkin til, at onki er gjørt við málið fyrr, er, at Sam hevur ikki verið tøkur, fyrrenn nú. Tað hevur ikki verið hildið at verið ráðiligt at lata Sam sigla um veturin og í vár hevur hann verið avloysaraskip fyri skip, sum hava verið í dokk.

Stórur trupulleiki
Bjarni Djurholm sigur, at hann veit ikki, nær tað verður klárt at seta Sam í sigling.
? Tað veldst í fyrra lagi um, antin Landsstýrið góðtekur ætlanina og er sinnað at lata eykajáttanina. Í øðrum lagi veldst tað um, hvussu játtanin verður latin.
?Kemur umsóknin um eykajáttanina til Strandferðsluna við á eykajáttanarlógina, verður løgd fram í næsta mánað, verður tað kanska í september, at Sam kann setast í sigling.
Men metir Landsstýrið, at trupulleikin er so stórur, at tað er bráðneyðugt at fáa Sam í sigling, kann játtanin latast við einum fíggjarnevndarskjali og so kann tað gerast upp á nakrar fáar dagar.
Bjarni Djurholm sigur, at málið verður lagt fyri Landsstýrið fyri Ólavsøku.
Sjálvur heldur Bjarni Djurholm, at trupulleikin við sambandinum um Leirvíksfjørð er rættiliga stórur, ikki minst hjá vinnulívinum.
?Tað er ein veruligur fløskuhálsur, tí bíðitíðirnar at sleppa um Leirvíksfjørð eru so stórar, at tað skerjir kappingarførið hjá vinnulívinum í Norðoyggjum rættiliga illa.
?Dúgvan hevur ilt við at nøkta tørvin, helst ávísar tíðir á degnum. Tað eru serliga ávísir túrar um morgunin, á miðdegi og um kvøldið, har tað er trupult at sleppa við.
?Tí er ætlanin at seta sam í sigling tær tíðir á degnum, hesir fløskuhálsar eru. Ætlanin er tískil, at Sam skal sigla einar átta tímar um dagin um Leirvíksfjørð, sigur Bjarni Djurholm.