Ætlanir um útbygging av Norðurlandahúsinum

- Hetta var als ikki tað besta tíðspunktið at koma út við hesum tíðindunum, soleiðis sigur ein heldur ónøgdur stjóri fyri Norðurlandahúsið.  Og vit hava bestemt ongar tekningar at útflýggja fjølmiðlunum.
Tíðindini bórust í gjár, at ætlanir um útbygging av Norðurlandahúsinum eru frammi. Men leiðslan hevur einans arbeitt við málinum í tríggjar mánaðir, sum ikki er lang tíð fyri eina tílíka verkætlan. Niels Halm, stjóri í húsinum, er keddur av, at tíðindini eru komin út nú, tí fíggingin av ætlanini er ikki komin upp á pláss enn.
- Norðurlandahúsið hevur einki við at fáa kunngerðina almennagjørda, tað vóru ikki vit, sum fóru til fjølmiðlarnar. Tað er eitt stak vánaligt hugskot at koma út við hesum nú, tí vandi er fyri, at málið verður politiserað. Hetta var ikki ætlanini, leggur Halm dent á.Men viðvíkjandi útbyggingini, so er tað avgjørt og kanska sjálvsagt, at formurin á húsinum skal varðveitast, tí eru boð send eftir norska arkitektinum, sum á sinni teknaði húsið.  Jú, vit eru sera glað fyri at hava fingið fatur á Ola Steen. Hann loysti uppgávuna framúr væl, tað síggja vit jú hvønn dag her í húsinum.