Ætlar at bróta múrarnar rundanum Havnina niður

At flyta nýggja almanna- og heilsuskúlan úr Havnini og suður á Tvøroyri, er ein roynd at bróta múrarnar rundanum Havnina, sigur TorbjørnJacobsen

? Tað er neyðugt at bróta múrarnar rundanum Havnina niður.

Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, sigur, at tað var orsøkin til, at hann nú hevur gjørt av at flyta nýggja almanna- og heilsuskúlan úr Havnini og suður á Tvøroyri.

? Verður tað ikki politiski myndugleikin, sum tekur stig til at bróta múrarnar niður, so koma vit ongan veg á økismenningarleið, sigur tann nýggi landsstýrismaðurin hjá tjóðveldisflokkinum í skúla- og mentamálum.

? Allar nevndir, og øll ráð, sum gera tilmæli um eitt og annað, eru fólk, sum búgva innanfyri bøgarðarnar í Havn, og teirra sjónarringur røkkur heldur ikki ut um Havnina.

? Tí er niðurstøðan í øllum tilmælum, sum eru komin, og sum fara at koma, altíð, at alt skal verða í Havnini.

Torbjørn Jacobsen sigur, at tað tí er neyðugt hjá landsstýrinum at gera bart og at leggja skúlar og stovnar úti um landið.

? Og kunnu vit ikki so frægt sum leggja ein skúla sum hendan uttanfyri Havnina, koma vit onga leið.

Hann sigur, at hendan samgongan hevur júst sett økismenning ovaliga á síni virkisskrá.

?Tí er tað fult út í samsvari við politikkin hjá samgonguni, at nýggi skúlin verður fluttur úr Havnini, suður á Tvøroyri.


Ongin trupulleiki

Ein orsøk til, at skúlin skuldi vera í Havnini, var, at so bleiv hann bíligari at reka, m.a. tí at hann kundi hava felags lærarar við sjúkrasystraskúlan.

Men hesa grundgevingina heldur Torbjørn Jacobsen lítið um.

? Hvat skal vera í vegin fyri at flyta lærarar suður á Tvøroyri, um tað verður neyðugt? Við nýggja Smyrli fer tað at taka ein og ein hálvan tíma at sigla suður. Hvat er tað at tosa um? Ein danir súkklar gleðiliga tveir tímar til arbeiðs hvønn morgun, uttan at grenja um tað.

Hann minnir eisini á, at tey, sum hava fingið hesa útbúgvingina frammanundan, hava verið noydd at fara líka til Danmarkar. Og tað er hóast alt munandi styttri suður á Tvøroyri, heldur hann.

Torbjørn Jacobsen leggur afturat, at hann hevur ikki sæð nakað roknistykki, sum vísir, at tað er bíligari at hava skúlan í Havnini, enn á bygd.

Tvørtur ímóti heldur hann, at tað er ein ?miðsavningarmyta?, sum ongin enn hevur torað at brotið, at alt er bíligari í miðstaðarøkinum.

? Ein grundgeving fyri at leggja útbúgvingina í Havn, var at hon mátti vera tætt við eitt sjúkrahús.

? Men tað er ongin sum sigur, at tað avgjørt skuldi vera tætt við Landssjúkrahúsið.

? Tað kann akkurát tað sama verða tætt við Suðuroyar Sjúkrahús, sum er eitt nýmótans sjúkrahús, við sera góðum umstøðum, og man vera eitt tað nýggjasta sjúkrahúsið í Norðurlondum, sigur Torbjørn Jacobsen.


Fegnast

Dan Nielsen, býráðsformaður á Tvøroyri, sigur í eini stuttari viðmerking, at hann fegnast stórliga um avgerðina hjá landsstýrismanninum, og at skúlin skal vera vælkomin á Tvøroyri.

? Og byggilendi, tað trýtur ikki í kommununi og vit hava eitt nýmótans sjúkrahús, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki.

? Tað skal vera løgið, um hetta ikki fær fulla undirtøku, tá ið vit hava í huga, at samgongan hevur sett økismenning sum eitt høvuðsendamál í politikkinum, leggur hann afturat.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....