Útlendingapolitikkurin má vísa menniskjalig atlit

Lógin skal tryggja, at øll fáa somu viðgerð, samstundis sum menniskjaligu atlitini skulu takast, heldur advokatur.

Vikuskiftissosialurin varpar ljós á støðuna hjá útlendingum, sum søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum.

 

Í báðum málunum, sum vit umrøða í Vikusiftissosialinum hetta vikuskifti, eru atfinningarnar, at myndugleikarnir stara seg blindar á leiðbeiningar og gera millum lítið og einki fyri at seta seg inn í støðuna hjá umrøddu persónunum og avleiðingarnar, teirra avgerð fær fyri umsøkjararnar og fólkini um tey.

 

Kristina Samuelsen, advokatur, sigur, at tað ræður um at finna røttu javnvágina millum lógina og menniskjalig atlit. Lógin skal tryggja, at øll fáa somu viðgerð, samstundis sum menniskjaligu atlitini skulu tryggja, at onkur ikki verður raktur óneyðuga hart av eini niðurstøðu.

- Lógir og reglur mugu altíð stýra samfelagnum, men tað er kortini ymiskt, hvussu tú umsitir lógir og reglur, og tað er har, atlit at tí einstaka helst skulu spæla inn, sigur Kristina Samuelsen, advokatur. 

 

Hóast vit hava felags lógir at ganga eftir, so er talan ikki um ein “eksaktan videnskab,” sum hon málber seg.

 

- Tað fara altíð at liggja metingar undir avgerðunum, og metingar eru altíð gjørdar av einstakum fólkum og merkt av teimum. Tí kann sama mál fáa ymiska viðgerð, alt eftir hvør málsviðgeri situr við málinum, og fáa tvey heilt ymisk úrslit. Samstundis kunnu bæði úrslitini vera fult lóglig, tí ein hevur nakrar karmar at virka innan fyri, nakrar møguleikar, ein kann brúka ella lata vera. Hetta er tað, sum ger, at mál kunnu gerast ymisk. Nógvir málsviðgerðar í umsitingini koma beinleiðis av skúlabeinki, og tí hava eina øgiliga fýrakantaða fatan av, hvussu løgfrøðin virkar. Tey hava ikki royndirnar og hava tí ikki lært seg at síggja, hvussu løgfrøðin skal tæna samfelagnum, sigur Kristina Samuelsen.

 

- Reglurnar mugu haldast, eingin ivi um tað. Spurningurin er tó, hvussu tær skulu fyrisitast og hvørji atlit skulu takast, tá tú skalt viga, hvat er rætt at gera, innan fyri karmarnar í lógini. Tað krevur eina meting av, hvussu man kann tryggja at mann ikki missir tamarhaldið, samstundis sum ein, so vítt lógarkarmarnir loyva hesum, skal vera menniskjaligur og hugsa um proportionalitet, sigur Kristina Samuelsen.

 

Les meiri í Vikuskiftissosialinum.