Útlendingar kunna keypa fleiri bygdir

- Tað er neyðugt at man fær eina lóggávu á økinum og tryggjar, at tað eru fyrst og fremst tey fólkini, ið búgva her í Føroyum, ið skulu hava tak yvir høvdið og ikki útlendingar sum keypa summarhús í Føroyum og kunna eftirhondini eiga fleiri økir í landinum.


Tað sigur Annika Olsen í samrøðu við Kringvarpið, nú almenni public service miðilin seinastu vikurnar hevur viðgjørt vaksandi áhugan hjá útlendingum at keypa hús í Føroyum.


Tað er ein gongd, ið borgarstjórin í Tórshavnar kommunu stúrir fyri, tí hon sær fyri sær, at útlendingar í framtíðini fara at keypa fleiri bygdir í Føroyum.


- Man kann síggja fyri sær, at útlendingar koma at keypa fleiri bygdir í Føroyum í framtíðini, so eg haldi man eigur at taka málið í størsta álvara. Eg haldi tíðin er komin at landspolitikkarar eiga at fáa eina lóggávu á økinum, sigur Annika Olsen við Kringvarpið.


Tí heitir borgarstjórin á landspolitikkarar um at seta avmarkingar í verk fyri at forða gongdini, har útlendingar keypa alsamt fleiri hús í Føroyum.