Útlendingar
Føroysk ítróttarfeløg hava fingið ein ordiligan frammaná frá nýggja landsstýrismanninum í innlendismálum.
Frá fleiri síðum er nú at frætta, at landsstýrismaðurin hevur sett ein stoppara fyri innflutninginum av útlendskari arbeiðsmegi. Og at so er líkamikið, hvørt talan er um »vanlig« arbeiðsfólk, ella um talan er um ítróttarfólk, sum koma til Føroya at spæla fót-, flog-, hondbólt ella okkurt heilt annað. Og so er eisini líkamikið, hvørt talan er um nýtt loyvi ella um eina endurnýggjan. Svarið er nei!
Júst útlendsku ítróttarfólkini hava annars í stóran mun verið við til at lyfta støðið á føroyskum ítrótti, og tó at tað onkra tíð hevur givið eina skeiva kapping, so er einki at ivast í, at hetta er nakað, sum kann vera til stóran styrk hjá føroyskum ítrótti.
Nú skal tó vera slutt við hesum. Fleiri feløg hava í seinastuni havt umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi liggjandi, men hóast onkrar av hesum hava staðið á bíðilista í einar fimm mánaðir, er framvegis einki hent, og nú hava feløgini meira ella minni fingið at vita, at tey verða ikki avgreidd.
Góðtaka ikki grundgevingina
Okkum eydnaðist tíverri ikki at fáa fatur á landsstýrismanninum, sum var staddur í tinginum fyrrapartin týsdagin.
Men hann hevur áður ført fram, at hann ivaðist í, hvørt tað var rætt at loyva fleiri útlendingum inn í landið, nú arbeiðsloysið í Føroyum er uppgangandi.
Men sambært teimum feløgum, sum vit hava havt samband við, so er hetta als ikki eitt argument, sum upp á nakran máta er haldbart.
Her tykist greiða støðan vera tann, at útlendsku ítróttarfólkini als ikki taka nakað arbeiði frá føroyskum arbeiðsfólki. Heldur siga tey tað vera soleiðis, at talan í at kalla øllum førum er soleiðis, at eitt arbeiðspláss í bygdini tekur ein útlending inn sum eitt slag av stuðuli til ítróttarlívið í bygdini. Og tað verður eisini frá flestum síðum lagdur dentur á, at talan ikki er um útlendingar, sum taka pláss frá føroyingum. Men at fyritøkurnar einamest gera hetta sum eitt slag av stuðuli til feløgini.
Álvarsligar avleiðingar
Og sum skilst, so eru nøkur feløg, sum longu nú umhugsa at taka heilt álvarslig stig, um landsstýrismaðurin heldur fast um støðu sína.
Enn er einki alment komið út hesum viðvíkjandi, men sum skilst, so hevur leiðslan í ítróttarfelagnum á Skála beinleiðis tosað um at taka liðið úr kappingini, um hetta er endaliga støðan.
Skála hevur til komandi kappingarár havt ætlanir um at hava fimm útlendingar á liðnum, og í øllum fimm førunum eru bæði sáttmálar og arbeiðspláss komin í rættlag.
Tá arbeiðið við hesum byrjaði, tosaði táverandi landsstýrismaðurin um at gera økið viðvíkjandi fremmandum ítróttarfólkum smidligari, og tí varð ikki roknað við, at hetta fór at geva nakrar trupulleikar.
Nú kann Skála standa í terri støðu, at teir hava bundið seg til tríggjar leikarar, sum teir ikki sleppa at brúka. Gera hesir leikarar krav upp á tann peningin, sum felagið hevur bundið seg til í sáttmálum, skal felagið av við hópin av peningi, uttan at fáa nakað sum helst afturfyri, og tað meta tey vera tað sama sum at biðja felagið steingja bæði hurð og kassa.
Og tað er einki at ivast í, at tað eru fleiri feløg, sum hava somu støðu sum Skála. Flestu formenn, sum vit hava havt samband við, siga, at um hetta er støðan hjá landsstýrismanninum, so kann hann akkurát tað sama biðja ítróttin á smærru plássunum gloyma alt um at blanda seg í toppin, og so bara lata Havnina, Klaksvíkina og Runavík um hetta.
Fundur týskvøldið
Men kanska er ikki øll vón úti hjá ítróttarfeløgunum.
Sum skilst, so skuldi ÍSF týskvøldið hava fund við sersambondini, sum flest øll verða rakt av eini broyttari umsiting av lóggávuni. Her verður helst talan um eina felags útmelding frá samlaða føroyska ítróttarheiminum, og so skal arbeiðast víðari politiskt við hesum.
Hvussu hetta verður gjørt, er so ikki greitt enn, men tað er einki at ivast í, at tað fer at verða fylgt væl við í diskussiónini komandi tíðina.