Umborð á norska línubátinum Ny-Ango, sum er skrásettur á Godøya, er minnilutin av manningini norðmenn, meðan meirilutin eru póllendingar. Menh Ny-Ango er ikki nakað eindømi í norska fiskiflotanum, tí alt fleiri reiðarí hava trupulleikar við at fáa norðmenn at støðast umborð á skipunum, sigur NRK.
Harafturat er tað ein trupulleiki fyri fiskiflotan, at nógvir fiskimenn velja at fara í frálandavinnuna.
Í norska sjómannafelagnum hava tey illgruna um, at fleiri reiðarí manna skipini við útlendingum, tí teir eru bíligari fyri reiðaríið enn norskir fiskimenn.