Sosialurin hevði týsdagin nakrar greinar um eitt íslendskt barnaundirhalds-konsept kallað Lazy Town. Tá var spurningurin, um føroyskar barnasendingar kunnu útflytast, eisini viðgjørdur
Angela Petersen og Rúni Gaardlykke spæla Angela og Hannibal. Teirra sendingar eru sera væl dámdar av bæði børnum og foreldrum í Føroyum.
Til spurningin, um hann og Angela Petersen hava hugsað um at útflyta teirra framførslur, svarar Rúni, at tað hava tey ikki ávísar ætlanir um.
- Skal eg vera heilt erligur, so er góðskan ikki nóg góð sum er. Um okkara sending skuldi verið send á einari størri altjóða sjónvarpsrás, so skulu búnarnir, studio og aðrar umstøður vera nógv betri, sigur Rúni Gaardlykke.
- Men um pengar og umstøður vóru til tess, so hevði tað heilt vist verið ein møguleiki, tí at vit halda, at vit hava eitt gott konsept, sigur Angela Petersen.
- Ein av styrkjunum við okkara sendingum er, at tær eru lokalar, og vit nýta kend støð í Føroyum og kendar persónar. Hesin fyrimunur er burtur, um vit fara út um landoddarnar, sigur Rúni
- Tó haldi eg, at vit hava ein góðan boðskap og moral í okkara sendingum, sum hevði klárað at borið seg uttanlands eisini. Ofta er tað soleiðis, at Hannibal ger tað, sum er skeivt, men so gongur tað galið hjá honum, og Angela setur hann upp á pláss. Angela kemur so ofta við einum góðum moralskum boðskapi, meðan Hannibal vísir tað í verki. Hetta er nakað, sum børnini kunnu fyrihalda seg til, sigur hann.
Feløg vildu keypa FRES
Angela Petersen sigur, at tvey útlendsk feløg vildu keypa konseptið FRES.
- Tað vóru langar samráðingar, men til endans bleiv tað ikki til nakað. Eg havi eisini havt eitt tilboð um at hava eina Workshop í Danmark, men eg valdi heldur at vera í Føroyum, sigur Angela.
Angela og Rúni hava verið í Danmark og undirhildið, og tað gekk væl. Eisini hava tey royndir av at framføra fyri útlendingum umborð á Norrönu, og tá hava tey bara fingið jaligar viðmerkingar.
Tað kann vera ein styrki hjá teimum, at tey hava roynt seg nøkur ár á einum lítlum marknaði í Føroyum, har ið sendingin er vorðin polerað eitt sindur. Hetta kann geva teimum ein góðan viðførning, um tey fara at royna seg uttanlands.
- Bæði eg og Angela lesa niðri, so vit fara kanska at gera eitt sindur við tað í Danmark. Vit fara kanska inn til okkurt undirhaldsfelag og geva teimum eitt band við onkrum sendingum, og so fáa vit at síggja, hvat tað verður til, sigur Rúni.