Útlendskt vinnulív torir ikki at gera íløgur í Føroyum

- Tað loypti ein ávísan hvøkk á meg, at útlendskar fyritøkur hava so lítlan áhuga í at gera íløgur í Føroyum. Tær meta nevniliga, at vinnuligu politisku viðurskiftini í Føroyum eru óstøðug, sigur Dagmar Joensen

Vinna

Í sínum arbeiði at bjóða út og selja P/F Faroe Seafood høvdu teir, sum tóku sær av søluni fyri eigaran, samband við eini 56 feløg uttanlands.
- Vit vendu okkum til hesi feløg, sum hugsandi kundu havt áhuga fyri Faroe Seafood, men eg vil siga, at afturmeldingarnar vóru ikki júst tær, vit væntaðu.
Dagmar Joensen sigur, at tað rættiliga loypti hvøkk á hana, at útlendsku fyritøkurnar vístu føroyska felagnum so lítlan áhuga.

Óstøðug viðurskifti
- Vit fingu at vita, at áhugin fyri vinnuligum íløgum í Føroyum ikki er serliga stórur, tí mett verður ikki, at vinnupolitisku viðurskiftini her heima eru nóg støðug.
Spurd, hvørji viðurskifti møguligir íleggjarar ikki eru tryggir við, sigur Dagmar.
- Vit skiltu, at útlendsku feløgini halda, at arbeiðsmarknaðurin ikki er nóg støðugur, ei heldur vinnupolitisku karmarnir, sum alla tíðina broytast.

Tilvildin ræður
Vit skiltu á nevndarformanninum í Framtaksgrunni Føroya, at útlendsku feløgini halda vinnupolitisku viðurskiftini í Føroyum vera ov nógv upp til tilvildina.
- Eitt vár geva politisku myndugleikarnir russum loyvi at keypa smáan upsa í Føroyum, men árið ber hetta ikki til.
Dagmar Joensen sigur, at skulu vit fáa útlendingar at gera munandi íløgur í Føroyum, er neyðugt, at arbeitt verður meira langsiktað.
- Jú, eg gjørdist skakk av at hoyra, hvat útlendingar halda um vinnupolitisku viðurskiftini í Føroyum, sigur hon.