Útlendsku sjónvarpsrásirnar bjargaðu leygardegnum

Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, biður hyggjararnar orsaka um vánaligu tænastuna, sum SvF borðreiddi við, tá ið fótbóltshugaðu føroyingarnir leygardagin noyddust at bíða meiri enn teir hugdu

SJÓNVARPIÐ OG LANDSLIÐIÐ

Tað er einki nýtt, men tað er eins upproytandi hvørja ferð. Sjónvarp Føroya megnaði leygardagin ikki at liva upp til tað, sum teir høvdu givið lyfti um. Tað kiksaði at fáa signalið til Føroya. Hjá teimum, sum høvdu møguleika fyri tí, var lag á manni at fylgja landsdystinum á Viasat ella Sky sport. Hjá teimum, sum bara høvdu møguleika at síggja SvF, var neyðugt at bíða inntil tíggju minuttir vóru farnir av sjálvum dystinum. So var vánalig mynd at síggja, og síðani varð dysturin vístur í brotum, og bæði ljós? og myndagóðskan vóru vánalig.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at tað hevur kiksað á útivølli, og hetta var onnur ferðin upp í slag, at tað ikki bar til at fylgja við frá fyrsta bríksli. Soleiðis var tað eisini, tá ið Føroyar í juni spældu í Íslandi.

Allur pakkin
Tá ið landsdystur er á skránni verður roknað við, at tað í sjónvarpinum er møguleiki fyri at síggja alt tað, sum gongur fyri seg. Í hvussu so er á sjónvarpsrásunum, sum eru í londunum, ið eru partar av dystinum. Tað vil siga, at eitt sindur av upphitingini er at síggja, og at tað ber til at fylgja við, tá ið spælararnir standa klárir at ganga inn á vøllin, tá ið tjóðsangirnir verða sungnir og so inntil dysturin væl og virðiliga er liðugur. Hetta megnaði Sjónvarp Føroya á ongan hátt. Einasta sjónvarpið í heiminum, sum sendur gomul videoløg í steðginum í landsdystum, er Sjónvarp Føroya. Fyri fótbóltshugað tykist hetta fullkomuliga burturvið.
Í Sky sport, sum sjálvandi er ein nógv størri sjónvarpsstøð enn tann føroyska, megnaðu teir alt tað, sum roknast skal við í sovornum førum. Undan dystinum sendu teir eitt nú sera áhugaverda samrøðu við Jákup Mikkelsen, og í steðginum og eftir dystarenda vóru tað gomlu og kendu fótbóltsspælararnir, Charlie Nicolas, sum var álopsspælari í Celtic og Arsenal, og Gordon Mc Queen, sum var miðverji í eitt nú Manchester United, ið gjørdu viðmerkingar.
Í steðginum helt Charlie Nicolas, at føroyska liðið hevði sýnt fótbóltsspæl, sum í minsta lagið var á hædd við tað, sum Skotland hevði víst. Eftir dystarenda vóru teir báðir nøgdir við úrslitið, men teir hildu lítið um leikliga avrikið hjá Skotlandi.
Viasat sport var við frá tí at farið varð undir tjóðsangirnar og inntil dysturin væl og virðiliga var liðugur. Viðmerkjararnir vóru positivir yvirfyri føroyska liðnum, sum teir mettu hevði sýnt fótbóltsspæl, sum væl og virðiliga var á hædd við tað, sum tað kundi roknast við av Føroyum.

Kiksaða SvF
Mánadagin fingu vit orðið á sjónvarpsstjóran, Mikkjal Helmsdal, og hann ásannaði alt fyri eitt, at hetta var ótrúliga keðiligt fyri Sjónvarpið.
- Tað stutta av tí langa er, at vit høvdu tekniskar trupulleikar. Signalið frá fylgisveininum, haðani vit skuldu taka myndirnar, var ov veikt, og tað bar ikki til at rætta hetta, meðan sent varð frá dystinum.
Spurdur, hvørt slíkt ikki er nakað, sum eigur at verða kannað frammanundan, soleiðis at sleppast kann undan mistakinum, sigur Mikkjal Helmsdal, at tað eru tey í løtuni í ferð við at kanna.
- Í løtuni fái eg ikki gjørt tær stóru viðmerkingarnar til hetta. Vit eru farin at kanna, hvussu hetta ber til, og ikki minst hvussu vit sleppa undan hesum framyvir. Tað einasta eg annars fái sagt í løtuni er, at vit eru sera hørm um mistakið, og at vit geva hyggjarunum eina treytaleysa umbering fyri vánaligu tænastuna, sum teir fingu leygardagin, segði Mikkjal Helmsdal at enda.
Sjónvarpið hevur annars sent út tíðindaskriv hesum viðvíkjandi, og framgongur hetta aðrastaðni í blaðnum.