Ætli mær at brúka tunnilin hvørjaferð

- Hetta er eitt stórt framstig, sigur Sigurd Hentze.

 

Sigurd Hentze í Skopun, sum eigur og rekur fyritøkuna Gólvfix, var eisini millum tey mongu, sum ætlaði sær ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í gjár.

Hvat heldur so skopuningurin um hesa útbygging av vegakervinum?

- Hetta er eitt stórt framstig.

Ætlar tú tær at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Ja, eg ætli mær at brúka tunnilin hvørja ferð, eg skal norðureftir, sigur Sigurd Hentze.