Rækjuvinnan
Einki stendur í stað. Alt broytist. Onkur gevst, onkur byrjar. Summi eru vónleys, onnur vónrík. Tey vónleysu kunnu gerast vónrík, og tey vónríku kunnu gerast vónleys. Hetta eru treytirnar hjá okkum øllum.
Ikki minst í rækjuvinnuni og alivinnuni eru hesar treytir galdandi.
Stutt fyri ársskiftið seldi Kjartan Joensen í Leirvík eitt av nýggjastu og stásiligastu skipunum í føroyska fiskiskipaflotanum, rækjutrolaran Hvilvtenni, til Íslands. Stutt frammanundan høvdu aðrir leirvíkingar við Tummasi Justinussen á odda keypt rækjutrolaran, South Island, frá Realinum.
Seinastu árini hava Kjartan Joensen og aðrir rækjuskipaeigarar sæð, hvønn veg tað bar í rækjuvinnuni, og ivaleyst avgjørdi hann at selja skipið, áðrenn hann stóð eftir á berum.
Hvilvtenni kom sum nýbygningur úr Noregi fyri fáum árum síðan, og var hetta tískil ein stór íløga hjá reiðarínum í eini tíð, har rækjuvinnan gekk niður á bakka.
P/F Havborg Supply, ið eigur rækjutrolaran, sum nú er heimahoyrandi í Leirvík, keypti skipið fyri 34 milj. krónur. Hóast skipið nú er høvuðsklassað, øll maskinaríir eru yvirhálað, alt skipið sandblást, metaliserað og málað, stendur Havborg bert í helminginum av tí, ein slíkur trolari hevði kostað, um umstøðurnar vóru vanligar. Kortini eru eigararnir ikki vísir í, at verkætlanin fer at bera seg. Men teir hava tó eina vón um, at skipið kann hóra, til umstøðurnar hjá rækjuvinnuni einaferð gerast betur aftur.
Tummas Justinussen, reiðari, sigur, at teir hava ongar royndir í rækjuvinnuni, og teir duga einki, sum aðrir ikki duga.
- Eg var í sínari tíð onkran túr við rækjuskipi, men sum reiðarí hava vit ongar royndir í so máta.
Hann vísir á, at yvirmenninir og aðrir av manningini, sum verða við Havborg, eru í stóran mun teir somu, sum vóru við South Island.
- Vit tosaðu við nakrar av hesum monum, áðrenn vit avgjørdu at keypa skipið, og vit tosaðu eisini við teir eftir, at avgerðin varð tikin. At fleiri av monnunum vildu fylgja við skipinum, var ein av orsøkunum til, at vit avgjørdu at fara undir hesa verkætlan.
Tummas sigur, at hóast døkku skýggini, sum hanga yvir rækjuvinnuni, fara teir kortini undir hesa verkætlan við góðum treysti.
- Gongur tað ikki við hesum skipi, sum er helvtina bíligari, enn ein slíkur rækjutrolari hevði kostað undir vanligum umstøðum, meti eg, at rækjuvinnan er liðug, sigur Tummas Justinussen, reiðari
?
Mikudagin kom so Havborg heimaftur til Føroya eftir fyrst at hava verið í Hirtshals til høvuðsklassingar og síðan í Bologne í Fraklandi, har alt skipið er sandblást, metaliserað og málað.
Áðrenn Havborg stevndi inn á Skálafjørðin tíðliga seinnapartin mikudagin, hevði skipið verið ein túr útfyri Leirvíksbygd. Men skipið stingur ov djúpt til at leggja at í Leirvík.
Tummas sigur, at Havborg fór niður til Danmarkar í november, og nú skipið kemur aftur úr Fraklandi, er tað sum eitt nýtt skip at síggja til.
Hann sigur, at reiðaríið hevur brúkt nógvan pening uppá at seta skipið í stand, men vil ikki siga, hvussu nógv talan er um.
- Eg haldi, at skipið at kalla er sum nýtt í dag. Vit hava fingið at vita frá teimum, ið hava staðið fyri arbeiðinum, sum gjørt er í Danmark og Fraklandi, at bæði maskinaríir og skipið annars er í sera góðum standi.
Tummas sigur, at vágbingarnir, sum áttu South Island, eru farnir væl við skipinum.
Áðrenn Havborg fór úr Føroyum, varð skipið riggað av, og nú verður so riggað til aftur.
Hann væntar, at klárt verður at fara til fiskiskap um eina viku ella 10 dagar.
- Enn er ikki endaliga avgjørt, hvar farið verður, men tað verður antin til Eysturgrønlands ella Svalbard.
Einir 13-16 mans verða við Havborg, og skipari verður vágbingurin, Dan Joensen, sum saman við bróðrinum, Jóhannes, áður hevur ført South Island.
- Teir fiskaðu væl við South Island, men prísurin og treytirnar, teir høvdu við lánistovnarnar, vóru ikki nóg góðar til tess, at raksturin hekk saman, sigur Tummas.
Hann vísir á, at skipið nú er bíligari, men kortini verður einki at geva av, soleiðis sum útlitini eru.
- Vit vóna tí, at verkætlanin fæst at hanga saman so nøkulunda, til tíðirnar gerast betur.
Enn einaferð leggur Tummas dent á, at teir, sum nú eiga Havborg, duga ikki nakað, sum aðrir ikki duga.
- Eg haldi, at føroysku rækjuskipini eru ógvuliga væl rikin, og við teirri gongd, sum verið hevur, er tað undrunarvert, at vit enn hava nøkur skip eftir í føroyska rækjuskipaflotanum.
Í hesum sambandi vísir hann á, at inntøkurnar hjá einum føroyskum rækjuskipi bert eru eina helvt av tí, ið eitt nú grønlendsku rækjuskipini hava.
- Umstøðurnar hjá grønlendsku rækjuskipunum kunnu slett ikki samaberast við umstøðurnar hjá okkara skipum, sigur Tummas og leggur aftrat, at treytirnar hjá Havborg eru júst tær somu, sum treytirnar hjá øðrum føroyskum rækjuskipum.
Spurdur, um hann heldur, at tað almenna eigur at veita rækjuvinnuni eina hjálpandi hond við stuðli av einum ella øðrum slagi, sigur reiðarin:
- Eg trúgvi ikki, at rækjureiðarar í grundini ynskja at fáa almennan stuðul, men bøtt veiðirættindi høvdu verið kærkomin. Um tað almenna eigur at virka við, til umstøðurnar hjá rækjuskipaflotanum gerast betur, dugi eg ikki at meta um, sigur Tummas.
Felagið, Havborg Supply, sum eigur Havborg, er eitt felag, sum í sínari tíð varð stovnað til supplyskipini.
Føroyski parturin av partapeninginum í Havborg er 66%, meðan norðumaðurin, Per Sævik í Herøy, eigur hini 33%.
Leirvíkingar hava eitt gott samstarv við norðmannin, sum serliga starvast í supply-vinnuni, men eisini hevur ein rækjutrolara.
- Tað er sjálvsagt ein vandi fyri, at henda verkætlanin ikki fer at hanga saman, soleiðis sum støðan í rækjuvinnuni er. Tí hildu vit tað vera best, um fleiri herðar vóru til at bera hesa verkætlan. Men sjálvsagt er tað okkara vón, at framtíðarútlitini gerast betur, soleiðis at verkætlanin fíggjarliga kemur at hanga saman ? til gleði og gagns fyri allar partar, sigur Tummas Justinussen, reiðari, at enda.
Havborg er góðar 60 metrar long og 12,5 metrar breið.