Útlitini so góð sum ongantíð

Fiskasølumenn eru bjartskygdir og vænta, at góðu fiskaprísirnir fara at halda sær

 

Fiskaprísir


Samstundis sum fiskaprísirnir í Føroyum liggja á einum støði, teir ongantíð hava verið á fyrr, hevur ES gjørt av einaferð enn at lækka toskakvotuna í Norðsjónum. Hetta fer ivaleyst at stabilisera okkara høgu fiskaprísir, meta føroyskir fiskasølumenn.

Føroyskur fiskur er kappingarførur við allan annan fisk á europeiska marknaðinum, og líkt er til, at føroyingar hava skilt tey tekin, marknaðurin sendir.

Kaj Leo Johannesen, stjóri á sølufelagnum Farex, sigur, útlit eru til, at hesin høgi prísurin, vit uppliva í dag, fer at halda sær. Kappingin er øgilig, og føroyingar eru í teirri støðu, at eitt nú saltfiskurin hevur fingið rættiliga gott orð á seg.

Hetta kemst millum annað av, sigur Kaj Leo Johannesen, at føroyuski toskurin er rættiliga tjúkkur og hvítur, og tí góð søluvøra. Men so sanniliga eisisni tí, at føroyingar hava dugað at lurtað eftir marknaðinum og hava framleitt tað, marknaðurin vil hava. Og saltfiskamarknaðurin fer við so at siga øllum toskinum, sum kemur upp á land. Tað tykist mestsum ómøguligt, sigur Kaj Leo Johannesen, at fáa tosk at skera til flak.

Eitt annað, sum hjálpir væl upp á prísirnar, sigur Kaj Leo Johannesen, er at allar tær avtalurnar, sum fyrr vóru millum ymsar partar í fiskivinnuni, nú eru burtur.

Í eitt nú Íslandi síggjast enn summar av hesum avtalum, hann sipar til. Tað vil siga, at skip og virki eru samantvinna við ognarviðurskiftum og tí heft hvørt at øðrum.

Hesar avtalur eru millum annað við til at gera, at íslendingar ikki standa seg í kappingini við føroyingar, tí teir eru ikki nóg frælsir til at kappast, vísir stjórin í Farex á.

Hann nevnir sum dømi, at hann sjálvur hevur keypt lidna vøru frá íslendskum virkjum, sum síðan er seld aftur á europeiska marknaðinum fyri tann prís, føroyski marknaðurin fær.

Tað eru sjálvandi eisini onnur ting sum gera, at fiskamarknaðurin er góður, sigur Kaj Leo Johannesen.

Eitt nú at kjøtmarknaðurin hevur tað ringt í løtuni, nú neytaøði er farin at gera um seg í Europa.

Eisini er nógv minni fiskur til á heimsmarknaðinum yvirhøvur, og tá plagar prísurin heilt náturligt at hækka.

-Og hjá okkum ráða marknaðarkreftirnar nú 100%, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann staðfestir, at uppboðssølan hevur hjálpt væl upp á prísirnar, hóast hon ikki hevur skapt kappingina sum so.

Um akturellu støðuna við kvotunum í Norðsjónum sigur Kaj Leo Johannesen, at enn hevur tað ikki merkt støðuna hjá okkum so nógv, tí hendan tíðin vanliga er rættiliga góð sølutíð. Men hann ivast ikki í, at tað fer at stabilisera teir sera høgu prísirnar, sum í dag eru á fiskamarknaðinum. Hann metir tað snøgt sagt fara at vera løgið, um prísirnir fara at lækka fyribils.