Útnorðurráðið heldur ársfund í Qaqortoq

Á skránni er millum annað Arktiska økið, fiskivinna, javstøða millum kyn, ferðavinnupolitikkur og umhvørvi.

 

Eisini skulu tvær áheitanir leggjast fram á fundinum. Áheitanir snúgva seg um at stovna ein norðurlendskan eftirskúli, so børn kunnu læra meir um útnorður og norðurlond og tann seinna er um at hava eina felagsráðstevnu, ið skal umrøða geopolitiska støðuna norðanfyri. Tað er nógv hent innan tað geopolitiska seinnu árini, serliga í tí arktiska økinum. Serliga síðan lond sum Russland og Kina hava víst økinum áhuga, er fokus aftur á útnorður í einum geopolitiskum samanhangi.

 

Um áheitaninar verða samtyktar, skulu tær til tey einstøku limalondini at samtykkjast eisini.

 

Eftir fundin verður eitt mentanarkvøld í Qaqortoq. Endamálið við kvøldinum er, at luttakararnir fáa møguleikan at hitta fólk í býnum og at uppliva mentanina í økinum.

 

30 fólk luttaka á fundinum hjá Útnorðurráðnum.