Viðmerkinging hjá Tórbjørn Jacobsen:
Er homoseksualitetur etandi?
Tórbjørn Jacobsen
????????
Fekk túsund pund av bankahøvdum frá vin-monnunum yviri á Hulki, á Vaðhorn, fyri kortum. Skar nakað av teimum í kjálkar og loypti teir í pottinum ígjárkvøldið. Lakasaltaða spikið úr bíggjargrindini, fyrr í summar, fór í halaferðini á vælpolstraðu høvdunum niður ígjøgnum vælindini. Høgligt og rationelt at fáa sær mettuna, ímeðan lurtað verður eftir útvarpstíðindunum. Ikki óvæntað vóru høvuðstíðindini, at homosexuali-tet-urin í Føroyum hevði ein trupulleika. Ein av krossfararunum í stríðnum, Høgni Hoydal, var fortørn-aður um, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, og harvið eisini í løgmálum, Jógvan við Keldu, ikki vildi leggja uppskotið um skrásett parlag fram á ting, soleiðis at málið kundi lýsast út í æsir, og at tey homosexuellu eftirsíðani kundu fáa tann rættin sum tilkemur minnilutum í øllum siviliseraðum samfeløgum. Eftir at formaður Tjóðveldisfloksins var samrøddur, kundi útvarpið staðfesta, at formaðurin í Friðarboganum, Mia Wenningsted, kjálkaði økslina uppat okkara fræga formanni og var minst líka so fortørnað, sum hann, um allan tann órætt, ið skolaði oman yvir tey av sama kyni, sum í einum og øllum ynsktu at liva saman, á sama hátt sum heterosexuel sambond.
Í kvøld varð lagt frá landi aftur. Menuin var nú tvøstið úr somu bíggjargrind. Og hann náði meg um útvarpstíðindini ikki aftur í kvøld júkaðu uppí saman aftur um tað ringu lagnu, sum hendan samgongan, við Jógvani við Keldu á odda, hevði varpað tey homosexuellu úti í. Tað var um tað lagið, at felliknív-urin gleið av í sneiðingini í seigu hvøljuni.
Eftir at lýsið var tváðað av fingrunum, varð eitt rend gjørt út í eina kvøldarkrambúð. Vár. Keypti Sosialin. Og nú líktist tað meira eini yvirdosis av homosexualiteti.
Hesin Høgni Hoydal, frontkemparin fyri homosexualiteti í Føroyum, og sum varð samrøddur í útvarpinum í fyrrakvøldið, sigur í samrøðu við Edvard Joensen, at sama málið hjá honum sum landsstýrismanni í 1999, líkist ikki tí hjá Jógvani við Keldu ídag.
Vónandi er hann skeivt endurgivin. Um ikki, so er hetta heimsmetið í manipulatión og tann stórsta lygnin, sum higartil dags er serverað føroyingum.
Alt hetta málið, um familjurættarligu lóggávuna, var uppi og vendi í 1999. Málið er tó eldri enn tað. Landsstýrið, við Maritu Petersen, sálu, á odda, heitti nevniliga á donsku ríkismyndugleikarnar um at øll hendan lóggávan var dagførd, hetta hendi longu á vári í 1993.
Síðani hendi onki fyrrenn landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, tók aftur í aftur. Nú verður sagt í samrøðuni, at talan var um at yvirtaka málsøkið, tað er ein loddrøtt lygn, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin má royna seg onkra aðrastaðni við, enn yvirfyri góða minninum hjá føroyska fólkinum. Hansara ætlanir vóru ongantíð aðrar enn at koyra ríkislógartilmælini á familjurættarøkinum ígjøgnum. Tvs. at dagføra donsku lóggávuna, sum frammanundan var galdandi. Sum eitt neyðaregg burturúr hesum pakkanum legði hann 5. mars 1999 uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning." á tingborð.
Øll hini ríkislógartilmælini í familjurættar-pakkanum hevði hann pilkað burturúr. Kristian Magnussen og undirritaði spurdu av tingsins røðarapalli, tá ið hetta uppskotið var til fyrstu viðgerðar, hvarið málið um skrásetta parlagið var blivið av. Sjálvandi vistu vit, hvussu stóra umsorgan landsstýrismaðurin hevði yvirfyri teimum homosexuellu og teirra rættindum. Landsstýrismaðurin var týðuliga ørkymlaður. Av realpolit-iskum og valdspolitiskum orsøkum hevði hann skvisað hendan partin úr familjurættarliga pakkanum, fyri at fullveldissamgongan kundi halda fram, maðurin sum skuldi leiða føroysku tjóðina inn í tann føroyska statin kundi av góðum grundum ikki lata eina sovorðna bagatell knúsa dreymin um tær frælsu Føroyar.
Nú er Jógvan við Keldu farin undir at dagføra ein annan part av hesum sama pakka. Hann velur eisini at skvisa hendan partin, og orsøkin er effinett hin sama sum hjá Høgna á sinni, hendan samgongan skal ikki syndrast orsakað av rættindunum hjá teimum homosexuellu.
Soleiðis handla tveir realpolitikkarar. Hetta er maktin í einum nøturhylki. Onki odiøst. Soleiðis er hin politiski heimurin nú einaferð samanskrúvaður. So vítt er spennið haðani og til andstøðupolitikkaran, ið onkursvegna letst at umboða allýsingina av øllum málum. Bara ikki tá ið hann sjálvur situr við valdinum.
Seinri kom málið fram aftur, um at yvirtaka málsøkið. Fleiri ár seinri. Men tá var Miðflokkurin tikin inn í gløðandi varman, og við teimum sum parlamentariskum grundarlagi visti man, at hetta bara var ein av nógvum gassballónum, ið vóru sendar upp, bara fyri at vera punkteraðar.
Sjálvandi skula allir minnilutabólkar hava tey neyðugu rættindini fyri at liva og virka javnbjóðis øllum øðrum í tí føroyska samfelagnum. Tað eigur og skal eisini bera til, at skifta orð um øll mál á Føroya Løgtingi. Eisini um rættindini hjá teimum homosexuellu, men harfrá og at misnýta tey í einum óreinum politiskum spæli, tað er at fara út um alt mark.
Høgni Hoydal og Jógvan við Keldu eru tvær ælin av sama vaðmali í hesum máli. Báðir valdu av realpolitiskum orsøkum at skekla rættindini hjá teimum samkyntu burturúr lóggávuarbeiðnum, og harvið fekk løgtingið ongantíð høvið til at viðgerða málið.
Tað er ikki eiti á fokus sum er á hesum málinum í løtuni. Løgmaður royndi at tiltuska sær apuna í Grasagarði, men nú man formaður Tjóðveldisfloksins vera farin avstað við drunninum. Og fremmandafólk, ið kanska skilja eitt vet av føroyskum máli, spyrja helst seg sjálvi, um Føroyar burturav eru ein koloni av homosexuellum individum nú tað ikki ber til at opna eina avís tíansheldur at lurta eftir útvarpinum uttan at hesi minnilutaviðurskifti verða viðgjørd. Høvuðsvinna, mentan, sosialir trupulleikar o.a. er horvið í einum køvandi skýggi, hevur ongan relevans í mun til hetta, og sum ein granni spurdi ídag, man homosexualitetur vera etandi? Nú útvarpið hevur valt at borðreiða við hesum ingrediensinum á menuiini hvørt einasta Guðs skapta kvøld?
Hetta er ikki skrivað ímóti nøkrum, eittans fyri, at tann rætti søguligi samanhangurin skal vera intaktur. Loddrættar lygnir eiga at vera afturvístar og rættaðar, soleiðis at eftirkomararnir og teir sum einaferð fara at granska í skrivaðu keldunum ikki fara skeivir av tí sum veruliga hendi. Í hesum viðfanginum kendist tað løgið, at formaðurin í blaðmannafelagnum, sum gjørdi samrøðuna í Sosialinum, skuldi vera so púrgjørdur í søguligari vitan um, hvussu leikur er farin handan politisku leiktjøldini, táið rættindini hjá teimum samkyndu hava verið viðgjørd hesi seinastu árini. Eitt gallarí av søgureingjan og politiskari manipulatión var ikki akku-rát tað man hevði roknað við frá einum kandidati úr journalistiska jørðildinum íkring Danmarks Journalistiske Højskole í Áarósa.