Todi fór út við vøddaskaða

Tað er ivasamt, um fremsti álopsmaðurin á landsliðnum verður klárur, tá Skotland og Bosnia koma á Svangaskarð

Todi Jónsson spældi bara 28 minuttir móti Jákupi Mikkelsen og teimum. So noyddist føroyski álopsmaðurin hjá FCK at biðja um at verða skiftur út. Todi var ikki á nakran hátt kroystur, tá hann brádliga steðgaði á, tók seg til lærið og bað um at verða skiftur út.

Tað var sjónskt, at ein vøddaskaði hevði gjørt um seg. Hann kom ? sum sovorðnir skaðar altíð gera ? sum úr einum byrsumúla, og har var einki annað at gera, enn at fara av vøllinum, og so kom Thomas Thorninger á vøllin.

Bæði fyri Toda Jónsson og FCK var tað spell, at álopsmaðurin mátti geva skarvin yvir. FCK hevði ikki spælt serliga væl, men tað var eyðsýnt, at Todi var betri upplagdur, enn hann hevur verið í øllum hinum dystunum í Parkini í vár.

FCK, sum hevði lotið ímóti í 1. hálvleiki, legði bragdliga fyri, og tað vóru bara tríggir minuttir farnir, tá Todi við góðari sending spældi liðformannin, Peter Nielsen, leysan. Men sum so nógvir aðrir á FCK liðnum, so var liðformaðurin merktur av, at sjálvsálitið var ikki, sum tað skal vera hjá toppspælara, temjingin var út av lagi vánalig, og so spurdist einki burturúr.

Stutt eftir at Herfølge var komið á odda, var um reppið, at Todi Jónsson fyri fyrstu ferð í superliguni skoraði hjá Jákupi Mikkelsen. Eitt sindur til høgru fyri málinum og einar tveir metrar inni í brotsteiginum tamdi hann eitt innlegg, bólturin støkk eina ferð í vøllin, men dykkandi skotið fór omanfyri tvørtræið aftanfyri Jákup Mikkelsen og brast í nettakið.

Og tá 21 minuttir vóru farnir varð royndin endurtikin. Men hesa ferð var talan um ein stútara, sum eisini endaði í nettakinum, og sjey minuttir seinni var ballið buðið hjá Toda.

Í gjár var ætlanin at skaðin skuldi kannast, og so skuldi gerast av, hvussu farast skal fram. Nógv bendi á, at Todi ikki verður tøkur sunnudagin, og um tað vil illa við, so kann tað hugsast, at skaðin hevur við sær, at Todi Jónsson ikki verður klárur aftur, áðrenn síðsta umfarið í donsku kappingini. Síðsta umfarið verður spælt 16. juni.

Og um tað veit so illa við, so ber tað við sær, at Todi Jónsson ikki kann taka lut í teimum báðum landsdystunum, sum verða á Svangaskarði fyrst í juni, tá fyrst Skotland og síðani Bosnia koma at vitja.

Vit vóna tað besta, men í fyrrakvøldið varð mett, at sannlíkið fyri, at vøddaskaðin ikki var heilt lítil, var rættuliga stórt.