SvF gevur hóskøvldið føroyingum enn eina ítróttargávu.
Í vikuskiftinum sótu ítróttaráhuga frammanfyri skerminum og fylgdu VÍF í Europa-Cup, og hóskvøldið ber til at fylgja Toda Jónsson eisini í europeiskari kapping.
SvF fer at senda beinleiðis frá dystinum millum FC Keypmannahavn og Ararat Jerevan.
SvF fer at samsenda við DR, og sent verður frá klokkan 17.55.
FCK liggur framvegis á odda í donsku kappingini, eftir at teir vunnu oddadystin móti Lyngby 4-0.
Todi gjørdi einki av málunum, meðan teir spælararnir, sum hann kappast við í álopinum, báðir skoraðu.
David Nielsen gjørdi tað til 1-0, og tá Steffan K. Hansen loysti hann av seinastu 20 minuttirnar, gjørdi hann bart, og skoraði trý mál uppá knapt korter.
Við donsku fjølmiðlarnar sigur málskjúttin, at hann kennur seg ikki hava fast pláss á liðnum, tí David Nielsen og Todi Jónsson verða tiknir fram um hann, men hann heldur seg verea komin nærri liðnum við teimum trimum málunum.
Hóskvøldið spælir FCK aftur, og tá skal svenski venjarin hjá FCK taka støðu til, um Todi Jónsson og David Nielsen skulu byrja í álopinum, ella um Steffen K. Hansen skal hava kjansin frá byrjan. Fær hann tað, er tað helst Todi, sum mál seta seg á beinkin.
ek