Todi kann enda í fellu

FIFA ásetingar um, at tað bara er loyvt at skifta felag eina ferð í einum álmanakkaári, kann bera við sær, at føroyski FCK spælarin verður sitandi á áskoðaraplássunum inntil í summar

ÚTISETI

Tað er hugsandi, at Todi Jónsson als ikki sleppur upp í part á grasvøllunum í Danmark frá nú av og inntil sáttmálaskeiðið hjá honum í FCK verður lokið 30. juni. Í hvussu so er, tá ið talan er um dystir.
Síðani Todi fekk at vita, at hann ikki var í 24 manna hópinum hjá, sum hevur verið í Suðurafriku á venjingarlegu, hevur verið greitt, at hann ikki fer at sleppa upp í part á besta FCK liðnum, sum fer at spæla um meistaraskapin. Um Todi skal sleppa upp í part, so skal okkurt heilt óvæntað fara fram.
Í síðstu viku varð tosað um, at Todi møguliga skuldi leigast út til okkurt annað felag í superliguni, og Todi segði sjálvur við danskar fjølmiðlar, at hann var áhugaður í hesum. Ekstrablaðið visti leygardagin at siga, at trý feløg eru áhugað í at leiga Toda frá nú av og tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Feløgini sigast vera AGF, sum Todi spældi fyri eitt skifti í unglingaárunum, OB og Viborg. Todi Jónsson hevur sjálvur einki sagt um, hvørji feløgini eru, sum sigast vera áhugað í at gera leigusáttmála við FCK.

FIFA reglur kunnu forða
Todi Jónsson er ikki hvør sum helst í donskum fótbólti. Tí er stórur áhugi fyri, hvar hann fer at spæla í framtíðini, og donsku fjølmiðlarnir viðgera ofta henda spurningin.
Ekstrablaðið visti leygardagin at siga, at nýggjar FIFA ásetingar kunnu gerast rættuligir fótonglar fyri fótbóltsspælinum hjá Toda Jónsson tað, sum er eftir av árinum. Blaðið vísti á, at nýggjar FIFA ásetingar siga, at tað er ikki loyvt einum spælara at skifta felag meiri enn eina ferð í einum og sama álmanakkaári. Tað vil siga, at um Todi Jónsson verður útleigaður frá FCK og til t. d. OB frá nú av og inntil í summar, so verður honum ikki loyvt at skifta til annað felag fyrr enn eftir ársskiftið.
Sum kunnugt vóru franska Lille og Todi Jónsson samd um, at Todi skuldi skifta til franska felagið í januar. Men FCK segði nei, og nú eru líkindi fyri, at FCK hevndin fyri, at Todi ikki vildi leingja samstarvið við teir eftir treytunum, sum teir bjóðaðu, fer at kosta uppaftur meiri, enn tað í fyrstu atløgu tóktist, at hon fór at gera. Um hann fer til eitt danskt felag nú, so kann tað væl vera, at tað verður honum ikki loyvt at fara til eitt útlendskt felag fyrrenn eftir ársskiftið, og tað kann verða rættuliga óheppið.
Todi Jónsson sigur við Ekstrablaðið leygardagin, at umboðsmenninir hjá honum, Karsten Aabrink og Lars Skjøth, hava kunnað hann um FIFA regluna, og at teir siga, at reglan bara er galdandi, tá ið talan er um skifti millum tvey donsk feløg, og at hon ikki er galdandi, tá ið talan er um skifti til eitt danskt felag og so eitt útlendskt felag í sama álmanakkaári.
Men Ekstrablaðið sigur seg vera rættuliga víst í, at nýggja reglan eisini er galdandi í hesum førinum. Nú fæst at síggja. Undir øllum umstøðum er tað harmuligt, um Todi ikki fer at fáa dystarvenjing í vár, og tað verður eyka harmuligt, um hann ikki í summar fer at fáa dreymin um at spæla uttanlands gjørdan til veruleika.