Í eina tíð hevur tað verið gjørligt at atkvøða á heimasíðuni hjá FCK um, hvørjir spælarar eru teir størstu í søguni hjá felagnum. Og nú avdúkar heimasíðan hjá FCK leypandi, hvørjir spælarar eru ovast á listanum.
Føroyski fótbóltsspælarin Todi Jónsson var ein væl umtóktur spælari í FCK, og tað sæst eisini aftur í atkøvðugreiðsluni, tí Todi endaði á fimta plássi.
Todi Jónsson spældi 207 dystir fyri FCK, og við sínum 68 málum er hann tann mest skorandi spælarin í felagnum nakrantíð. Todi er eisini í toppinum, tá ið tað ræður um tal á dystum fyri FCK, tí hann er nummar 5 á tí listanum.
Kundi blivið enn størri
Todi Jónsson flutti í 1997 til FCK at spæla, eftir at hann hevði roynt seg í Lyngby í nøkur ár. Todi spældi í átta ár fyri FCK, og hann var við til at vinna fleiri meistaraheiti og onkra steypakapping.
Harafturat spældi Todi eisini við í 18 europeiskum dystum fyri FCK, og har skoraði hann heili 9 mál.
Tíverri var Todi ofta skaddur, og tað var kanska við til at forða fyri, at hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot og fekk ein sáttmála í einari av teimum størru europeisku kappingunum, skrivar heimasíðan hjá FCK.
Eitt er so vist, áskoðararnir hjá FCK hava ikki gloymt teirra føroyska álopsspælara, og Todi kann fegnast um, at hann telist millum teir avgjørt størstu profilarnar í FCK nakrantíð.