Todi skoraði fyrsta málið

Superligan: FCK var sera sannførandi í fyrstu royndini, og Óli Johannesen var ikki í hópinum hjá AGF

Í vikuskiftinum fór fótbólturin av álvara á rull í Danmark. Øll liðini í bestu røðini spældu uttan Herfølge og AaB. Dysturin teirra millum í Herfølge verður ikki spældur fyrrenn í annaðkvøld. Orsøkin er tann, at AaB sunnudagin var í Italia og spældi í Intertoto Cup.

Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfarinum kom longu leygardagin. Tá var AGF í Brøndby. Í øllum veddingarforsøgnum varð roknað við, at heimaliðið fór at vinna. Men tað var felagið hjá Óla Johannesen, sum fór við øll trimum stigunum.

AGF vann 2?1. Tað er sjálvandi hugaligt, men tað ger tað eisini sera torført hjá Óla Johannesen at stríða seg á liðið. Leygardagin var tað ikki pláss fyri føroyska landsliðsmanninum í sekstan manna hópinum, sum nýggi venjarin, Ove Christensen, hevði úttikið. Eftir sigurin á útivølli ímóti favorittunum úr Brøndby, kann tað ikki roknast við øðrum, enn at venjarin velur somu spælarar, tá Todi Jónsson og FCK sunnudagin koma til Aarhus.


Todi fyrstur

Fyrstu løtuna var nýggja liðið væl við, og trúføstu áskoðararnir hjá FCK ? hesa ferð vóru teir 11.977 ? vóru fjáltursstungnir. Teirra lið hevur so mangan lumpað teir. Haderslev misnýtti tíðliga stóran møguleika, og teir fingu eitt mál kolldømt fyri fríspark, men sum tíðin leið fekk heimaliðið gott tak á, og so var eingin at stúra. FCK sendi nýggja superligu liðið aftur til Suðurjyllands við 5?1 tapi. Gongdin síðsta tíman var orsøk til, at sigurin var sannførandi. Haderslev kendi seg trýst at gera mistøk, og FCK menninir vóru í góðum hýri.

Fyrrra umfarið var 37 minuttir gamalt, áðrenn FCK fekk hol á. Fyrsti málskjúttin hjá teimum í nýggja kappingarárinum var Todi Jónsson. Zuma spældi hann leysan, og Todi sendi málverjan burtur, áðrenn hann trillaði bóltin í kassan og var stórliga fagnaður.

Undan steðgin økti FCK, og tá teir beinanvegin í 2. hálvleiki komu upp á 3?0 var alt avgjørt. Venjarin spardi Toda síðsta korterið.

OB og Viborg spældu í gjárkvøldið, og Herfølge og AaB spæla í annaðkvøld. Tí er kanska nakað tíðliga at gera støðutalvuna upp, men tað er rættuliga sannlíkt, at FCK verður ovast eftir fyrsta umfarið.

Nýggi venjarin, Roy Hodgson, var væl nøgdur, men hann misti ikki fótafestið:

? Eg rokni ikki við, at eg kann siga nakað um vánirnar hjá liðnum at vinna DM fyrrenn á jólum, var tað, hann hevði at siga svongu tíðindafólkunum.


Nýtt blóð

Fyrsta royndin hjá FC Midtjylland í bestu deildini var framúr. Samansetta liðið av Herning og Ikast hevði vitjan av Lyngby, sum varð sent til hús við 4?0 tapi. Øall málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Stóri maðurin var Mogens Laursen, sum eftir 20 minuttum í 2. hálvleiki gjørdi hattrikk.

Tað verður roknað við, at 19 ára gamli maðurin verður ikki gamal í donsku kappingini. Stórfeløgini kring Europa eru farin at vísa honum áhuga, og tað er ikki so undarligt. Í fjør var hann toppskjútti í næstbestu deildini. Tá umboðaði hann Randers Freja og skoraði 22 mál. FC Midtjylland keypti hann fyri 14 døgum síðani. Tá var hann burtur í summarfrí. Hann hevur bara vant saman við liðfeløgunum í eina viku, og nú er hann ivaleyst mest umrøddi spælarin í Danmark.

AB hevði í Gladsaxe vitjan av Silkeborg. Um tvær vikur skal B36 í Europa Cup spæla ímóti AB á sama vølli. Hesa ferð var heimaliðið nógv greitt omaná mest sum alla tíðina, men tríggjar minuttir undan leikloki klossaðu teir tvey stig burtur, tí tá javnaði Silkeborg til 1?1.