Í fyrrakvøldið spældi FCK fyrra dystin í hundrað ára jubileums kappingini hjá norska felagnum Frederiksstad. Tað var ímóti Rosenborg, sum norski spælarin hjá FCK, Erik Mykland, í norsku fjølmiðlunum undan týskvøldinum staðfesti at eiga besta fótbóltsliðið í Norðurlondum. Tað gleið sjálvandi væl niður í Noregi, og tað mundi Erik Mykland vera greiður yvir.
Á vøllinum vísti Rosenborg, at tað er dugur í teimum. Serliga síðsta hálva tíman var størri tyngd í hjá teimum, enn tað var í hjá mótstøðuliðnum. Hesa løtuna sást væl, at Rosenborg er mitt í landskapping, meðan FCK fyrireikar seg til nýggja kappingarárið, sum tað verður farið undir annað vikuskifti.
Rosenborg hevur ikki tapt í hesum kappingarárinum. Í Noregi gera teir nógv burturúr hesum, og nú eru teir spentir at vita, um tað fer at eydnast hjá Rosenborg, sum fyrsta felagið nakrantíð í Tippuliguni, at spæla eitt heilt kappingarár uttan at tapa.
Týskvøldið vann Rosenborg 2?1 á FCK. Norska liðið fekk bæði málini í 2. hálvleiki, og í báðum førunum var tað fyrrverandi FCK álopsmaðurin, Harald Brattbakk, sum var málskjútti. Í báðum førunum var verjuspælið hjá FCK ikki serliga sannførandi.
Todi á blettinum
Í FCK álopinum vóru Todi Jónsson og Zuma. Todi fór av vøllinum, tá ið dysturin var ein tíma gamalur. Tá kom Peter Møller á vøllin. Todi tóktist hava trupulleikar í lærkrikanum, men tað tóktist ikki serliga vandamikið, tí hann sat á beinkinum við ísposa millum beinini, inntil dysturin var liðugur. Sum alla staðni í Europa uttan í Føroyum, so var veðrið í Frederiksstad týskvøldið framúr gott.
Todi Jónsson skoraði einasta FCK málið, tá ið fyrra umfarið var stórt korter gamalt. Peter Nielsen vann bóltin á miðvøllinum, spældi Zuma í høgru, Todi setti ferð á, sendingin hjá Zuma var neyv frammanfyri miðverjuna, og Todi setti innaru síðuna á, og úr sekstan metrum sendi hann framvið málverjanum, sum var á veg út úr málinum, og upp í nettakið.
Todi tóktist væl upplagdur. Einar tvær ferðir sleit hann seg leysan, og ta einu ferðina fór langskotið dygst omanfyri tvørtræið. Í gjárkvøldið skuldi FCK spæla á sama vølli ímóti heimaliðnum. Leygardagin fer FCK at spæla í Gladsaxe ímóti Galatasaray. Tá fer TV3 at vísa dystin.