EUROPA CUP
Tað var eingin ivi. Við tennisúrslitinum 6?0 staðfesti FCK mikukvøldið í 30 hitastigum á Ta?Qali tjóðarvøllinum á Malta, at teir skuldu eiga rættin til í triðja og avgerandi innleiðandi umfarinum at spæla ímóti Glasgow Rangers um eitt pláss í bólkaumfarinum, har tær nógvu milliónirnar eru at vinna.
? Eg havi fyri stuttum sæð Gasgow Rangers spæla ímóti Arsenal. London felagið vann 3?0, og teir spældu Glasgow Rangers sundur og saman, sigur Niels?Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í FCK, sum avgjørt ikki heldur, at skotska meistaraliðið tóktist sum stór hóttan.
Danskir fjølmiðlar vísa á, at í royndini at styrja seg undan avgerandi innleiðandi umfarinum hevur Rangers eitt nú keypt norska Henning Berg. Áður hevur hann verið so mikið stinnur miðverji, at hann hevur spælt eitt nú í Manchester United, men tað eru nøkur ár síðani, og nú er Henning Berg væl og virðiliga farin um bestu fótbóltsárini. Donsku miðlarnir halda, at tað verður guff hjá eitt nú Zuma at hava Henning Berg sum mótstøðumann.
Fyrri dysturin millum Glasgow Rangers og FCK verður á Hampden Park í Glasgow komandi mikukvøld. FCK skipar fyri flogferð í sambandi við dystin. Seinna uppgerðin verður í Parkini mikukvøldið 27. august.
Eftir ferðina suður á Malta eru tveir FCK spælarar eitt sindur smáskaddir. Talan er um Zuma og Erik Mykland. Hans Backe, FCK venjarin, segði á heimferðini, at tað ikki er óhugsandi, at teir báðir fara at sita uttanfyri, tá ið FCK leygardagin fer at spæla í Esbjerg.
? Vit hava breiðan hóp, og næstu vikurnar fara vit at fáa brúk fyri øllum spælarunum, staðfesti FCK venjarin, sum ikki roknar við, at nýggi brasilski álopsmaðurin verður við í útidystinum.
Mikukvøldið avloysti Jörgen Pettersson síðsta hálva tíman Zuma. Aftaná varð sagt, at Pettersson ikki er komin seg heilt eftir vøddaskaðan, og tað kann væl hugsast, at hann verður ikki við leygardagin.
Peter Møller fekk møguleikan alt seinna umfarið. Hann loysti Toda Jónsson av, men hann spældi ikki væl. Temjingarnar vóru ikki góðar, og hann tóktist alt í alt ikki serliga væl fyri. Nú FCK hevur keypt dýran brasilskan álopsspælara verður í donskum miðlum gitt, at FCK fer at selja Peter Møller. Um so verður so verður tað heilt skjótt.
Todi tvær ferðir
Todi Jónsson átti sín stóra lut í størsta útisigrinum, sum FCK nakrantíð hevur vunnið í Europa Cup. Hóast hann bara var á vøllinum fyrru trý korterini, so skoraði hann tvey mál. Hitt fyrra fekk hann, tá ið seytjan minuttir vóru farnir. Eftir verjumistak sneiddi hann seg leysan og setti framvið málverjanum. Tá fór luftin fullkomuliga úr heimaliðnum, sum frá fyrsta bríksli hevði tríggjar spælarar í álopinum og tóktist ætla sær at vinna 4?1 tapið í Parkini aftur.
Hjalte Bo Nørregård økti til 2?0 við rimmar langskoti úr 25 metrum. Bólturin brast í nettakið dygst undir samankomingini. Fýra minuttir undan steðginum økti Todi Jónsson til 3?0, og harvið skoraði hann sjeynda Europa Cup málið fyri FCK. Zuma og Todi gjørdust einsamallir á mótstøðuhálvuni, tá ið rangstøðufellan kiksaði. Todi hevði bóltin, og í staðin fyri at leggja fyri føturnar á Zuma ? vandi var fyri, at hann skuldi verða rangstaddur ? valdi Todi at sneiða framvið málverjanum. Á málstrikuni steðgaði hann á, áðrenn hann flutti bóltin inn um strikuna, tók hann út aftur og vendi so aftur og sendi bóltin í netið.
Tá ið Todi ikki kom á vøllin eftir steðgin, vildi frásøgumaðurin vera við, at talan kanska var um sekt, tí hann hevði verið hástórur, tá ið hann skoraði seinna málið. Hetta varð í gjár endurtikið onkrastaðni í donsku miðlunum, men FCK venjarin hevur einki sagt um hetta.
Í 2. hálvleiki legði Sliema Wanderers fyri við at gera sjálvmál. So skoraði Zuma, og Thomas Røll setti punktum við flottum máli, eftir at hann í vinstru hevði sneitt seg leysan.