Tofta-kavi í donskum miðlum

Kavin, sum liggur á Svangasgarði í løtuni, sæst aftur í donskum miðlum í hesum døgum. Bæði portalurin hjá Ekstra Bladet og fótbóltsheimasíðan bolddk.com skriva um “snekaos”, sum sambært teimum valdar í Føroyum. Bolddk.com fer enntá so langt sum at siga, at: “Færøerne ligger simpelthen begravet i sne, og det vil kræve en næsten umulig indsats at blive klar til kampen”.
Ekstra Bladet tekur ikki so dýran til, men staðfestir sum er, at “selvom tøgraderne nu ventes at sætte ind på Færøerne, er det uvist om de store snemængder når at smelte til lørdagens planlagte kamp.”