Tofta-Regin sum standmynd í Vági

Nýggj standmynd av Tofta Regin, sum livdi í Vági umleið ár 1450, verður avdúkað í Vági leygardagin

Nýggj standmynd av Tofta Regin, sum livdi í Vági umleið ár 1450, verður avdúkað í Vági leygardagin, skrivar Vágs kommuna.

 

Tofta Regin var ein rættur yvirgangskroppur, herviligur gandakallur og viðgitin fyri styrki. Tofta Regin átti stóran part av Vágs bygd, ogn hansara var ein fjórðingur av allari bygdini. Søgurnar um Tofta Regin eru fleiri, bæði um gand og beistagerðir, men serliga um hólmgongur ella bardaga í samband við trætur um hagamark, har tann, ið vann, fekk rætt.

 

Standmyndin av Tofta Regin er gjørd av italska myndhøggaranum og listamanninum Gianfranco Nonne, sum hevur búð í Vági í nógv ár. Gianfranco Nonne hevur umframt Tofta Regin latið úr hondum fleiri standmyndir, bringumyndir og aðrar myndir, bæði í Føroyum og uttanlands. 

 

Tað verður leygardagin 13. oktober á Sandinum í Vági, at standmyndin verður avdúkað. Klokkan 10.30 fer Arnfinnur Bjarkhamar at greiða frá søgnini um Tofta Regin, og klokkan 11 verður farið vestur á Sandin, har røður og felagssangur er á skránni.