Toftamenn gjørdu eitt skarvslop

Heimasigurin ímóti botnliðnum 07 Vestur ber við sær, at B68 nú er á sjeynda plássi

Tað er bátafestivalur á Toftum, og lagið í heimaleguni fekk eina tonn rætta vegin, tá ið tað í kvøld á Svangaskarði eydnaðist B68 at vinna 2-1 ímóti 07 Vestur, sum er botnlið og bara hevur vunnið eitt stig.

 

Sigurin ber við sær, at B68 hevur sjey stig, og at B68 nú er á sjeynda plássi.

 

Hetta er aðru ferð, at B68 vinnur fulla úrtøku, og hetta er fyrsti sigur hjá toftamonnum síðani teir í øðrum umfari vunnu 2-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Tað var 16. mars, og harvið eru tað sjey vikur síðani, at toftamenn síðst kendu sigurssæluna, sum teir góvu til kennar, tá ið Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri síðstu ferð í kvøld.

 

Tað sá leingi út til, at talan fór at verða um málleysan javnleik. Men tá ið tað restaði eitt lítið korter var B68 frammanfyri 2-0. Fyrst var talan um sjálvmál eftir horna úr høgru, og tríggjar minuttir seinni var tað innskifti liðformaðurin Aleksandur Ólavsson Jensen, sum úr stuttari fjarstøðu smekkaði bóltin í málið eftir deyðbólt og sending frá innskifta Martin Klein Joensen.

 

Síðstu løtuna høvdu tey í heimaleguni orsøk at bíta negl í høgættarkuldanum.

 

Innskifti Jonathan Flensburg minkaði um munin tríggjar minuttir undan leikloki, og so spenti 07 Vestur álopsbogan í botn, men tað eydnaðist B68 at halda tørn.

 

Um eina viku fer B68 at spæla á útivølli ímóti TB, meðan 07 Vestur fær vitjan av EB/Streymi.

 

 

 

B68 – 07 Vestur 1-2 (0-0)

 

1-0: sjálvmál

 

2-0: Aleksandur Ólavsson Jensen

 

2-1: Jonathan Flensborg

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Jákup N. Vilhelmsen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Hanus Højgaard, Magnus Holm Jacobsen, Marjus Nón – Jóhan Josephsen, Sebastian Lau Nielsen, Djóni Samuelsen

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Casper G. Hansen, Jónas Prior, Filip Drincic, Nicolai Dohn, Brage Kvithyld – Mikkel Elbæk Jakobsen, Jón í Horni Nielsen – Teitur Olsen, Edvin Jakobsen, Silas Gaard