Toftamenn leita eftir sær sjálvum

Hóast teir høvdu bóltin nógv minni part av tíðini enn mótstøðumenninir, so vóru teir á GÍ liðnum meiri sannførandi frammanfyri málinum enn teir í B68

Fótbóltur

Eingin endi tykist vera á oyðimarkagongdin hjá B68 . Hesa ferð vóru teir í Gøtu. B68 var spælstýrandi mittasta tíman, og teir spældu seg til hálvar møguleikar og meiri enn tað. Men teir megnaðu ikki at fáa mál. Tað gjørdi heimaliðið, og síðani útisigurin á Skála 3. juli hevur B68 verið annar parturin í seks landskappingardystum, uttan at tað hevur eydnast teimum at vinna.
Tá úrtøkan er so soltin, er tað so skjótt, at liðið verður nógv broytt frá dysti og til dyst, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Hans Fróði Hansen var leikbannaður, og tí vóru Oleif Joensen og Fróði Benjaminsen í miðverjuni í 1. hálvleiki. Eftir steðgin, tá tað skuldi verða meiri álopsrættað, tí GÍ var á odda, varð Fróði fluttur fram á miðjuna, og Messias, sum hevði verið vongverji í vinstru, varð fluttur inn á plássið í miðverjuni, sum tykist vera mest nátúrligt hjá honum at spæla í.
Fríðin Ziskason var so mikið skaddur, at hann fekk ikki spælt. Tað hevði við sær, at Marlon Jorge aftur var sloppin upp í part. Bogi Petersen, sum hevur verið á miðvøllinum síðani summarsteðgin, var hesa ferð á vongverjanum í høgru, har Jan Petersen, sum hesa ferð var skaddur, plagar at vera, og John Heri Dam, sum hevur verið vongverji, var hesa ferð í álopinum í vinstru, meðan Øssur Hansen var miðvallari.
Nógvu rokeringarnar tóktust ikki bila á tann hátt, at burtursæð frá fyrsta og síðsta koretrinum var tað B68, sum var spælførandi. Teir megnaðu at spæla seg til hálvar møguleikar, men teir fingu ikki bóltin framvið Mortani Joensen, sum avloysti skadda Hall Hansen í GÍ málinum. Og kring vøllin var kenslan, at um teir so høvdu spælt í fleiri tímar, so er støðan nú soleiðis hjá toftamonnum, at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa mál.
Ein tann besta møguleikan fekk Arnold Joensen, tá hann kom ímillum afturlegging frá Leivi Hansen, men vandamikla støðan gav einki. Anders Nygaard, sum í fyrstu umførunum tóktist skula verða stórur álopsfongur hjá B68, var enn eina ferð við síðuna av tí, sum hann vísti fyrstu umførini.

GÍ góða úrtøku
Gøtumenn hava vunnið báðu ferðirnar, síðani teir fyri trimum vikum síðani á heimavølli mistu FM møguleikan ímóti HB. Burtursæð frá at teir vóru noyddir at skifta málverja, og at Hans Pauli Petersen ikki var við, so vóru teir í útgávuni, teir hava verið í seinastu vikurnar.
Fyrsta korterið var GÍ avrikið so gott, sum tað kanska ikki hevur verið fyrrr í ár. Tað var sum í gyltua tíðarskeiðnum í níti árunun. Burturúr yvirvágini fekk GÍ eitt mál. Popczynski sneiddi framvið fleiri í vinstru, áðrenn hann stakk inn um verjuna til Súna Olsen, sum sendi framvið B68 málverjanum.
So var tað leingi torført hjá heimaliðnum í Sarpigerði, og í ein tíma ella so var kenslan tann, at tað fór at verða sera torført at fáa øll stigini. Men tað eydnaðist at halda tætt, og tá toftamenn noyddust at sleppa alt meiri í verjupartinum, kom málið, sum tað kundi roknast við. Men tað var GÍ, sum fekk tað.
Súni Fríði Johannesen krúllaði mitt fyri í brotsteiginum, og skotroyndin brast í stólpan. Gidek var fyrstur á returbóltinum og legði bóltin í málið. So ráddi um at varðveita trivaligu leiðsluna. Tað var ikki nakar trupulleiki hjá gøtumonnum, sum við sigrinum framvegis tevja altjóða luttøku.
Á Toftum er lítið at fegnast um. Undan summarsteðginum eydnaðist at skava nógv stig saman. Hevði úrtøkan tá verið, sum hon hevur verið síðani summarsteðgin, hevði liðið nú verið í niðurflytingarvanda!

Dysturiní tølum
GÍ-B68 2-0 (1-0)
1-0: Súni Olsen 14
2-0: Zdzislaw Janik 75
Dómari: Oddmar Andreasen

GÍ: Mortan Joensen ? Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik, Súni Olsen, Bárður á Lakjuni ? Súni Fríði Johannesen, Krzystof Popczynski
B68: Michal Kokoszanek ? Bogi Petersen, Fróði Benjaminsen, Oleif Joensen, Messias Perreira ? Marlon Jorge, Jann Ingi Petersen, Øssur Hansen ? Arnold Joensen, Anders Nygaard, John Heri Dam