Hvørki HB ella B68 megnaði at fáa málið, sum kundi tryggjað teimum øll trý stigini, hóast bæði liðini vildu vinna og eisini høvdu kjansirnar til tað.
Serliga í seinnu helvt av seinna hálvleiki, tá støðan var 1-1, var HB nærgangandi, og eingin hevði verið kløkkur, um tað hevði lukkast føroyameistarunum at fingið sigursmálið tá.
Men tað kom ikki, og sostatt noyddist HB fyri aðru ferð í ár at fara av heimavøllinum uttan at vinna.
Fyrru ferð var móti NSÍ, og B68 brúkti nøkulunda somu uppskrift sum grannarnir hinumegin fjallið høvdu gjørt ein góðan mánað frammanundan. Teir vóru grammir og ágrýtnir, HB fekk ikki so góðan frið at byggja spælið upp, og tað úrslitaði í einum undirhaldandi dysti við góðum royndum á bæði málini.
B68 hevði bara Marcelo heilt frammi, meðan Fróði Benjaminsen var beint aftanfyri. Tað riggaði bara heilt væl, og tað var eisini liðið av Toftum, sum fekk mál fyrst. B68 breyt eitt HB-álop og spældi seg upp eftir miðásini. Bólturin endaði frammi hjá Marcelo, sum við einum væl plaseraðum skoti lágt til vinstru fyri Bárð Johannesen legði sítt lið á odda. Málið var ikki so ólíkt tí fyrra hjá Kurt Mørkøre í hálvfinaluni móti HB herfyri.
Málið kom eisini sera væl við hjá B68, sum nú veruliga fór at trúgva uppá, at tað bar til.
HB tolir ikki skaðar og leikbann
HB brúkti eini fimm minuttir til at koma yvir hvøkkin, og so løgdu teir trýst á B68 málið.
Men tað sást týðiligt, at tað var saknur í Rúna Nolsøe inni á miðjuni. Hann røkti gamla plássið hjá Allani Mørkøre úti í høgra borði, meðan Hallur Danielsen og Rói Árting vóru mitt fyri.
Magni á Lakjuni og Súni Fríði Johannesen vóru heilt frammi, men vórðu væl ansaðir í fyrra hálvleiki. B68 málverjin Magnus Poulsen fekk fatur á flestu innleggunum, sum hann boksaði burtur, og tað sást, at HB ikki var so vandamikið í deyðbóltunum sum vanligt, tí Hans Fróði Hansen var burtur við leikbanni.
Í hansara stað spældi Jákup Eli Olsen í miðverjuni saman við Hans á Lag, men teir høvdu báðir trupulleikar av Marcelo, sum veruliga hevur vant seg við undirlagið og nú telist millum vandamiklastu framherjar í landinum. Veikleikin hjá honum er bert, at hann hevur hug at gera alt ov nógv burturúr, tá hann verður feldur ? ella dettur sjálvur ? og tí fáa dómararnir ilt eyga til hann. Móti endanum vildi B68 vera við, at brotsspark varð gjørt móti honum, men tað fingu teir ikki ? kanska júst orsakað av omanfyri nevnda.
Hans Fróði var altso ikki við, men tað var Jóhannis Joensen, hóast hann einki hevði vant í vikuni vegna sjúku, og tað sást eisini aftur á vøllinum, at miðvingurin ikki var so væl fyri, sum hann hevur verið.
Sum heild vísti dysturin, at HB-liðið er rættiliga viðbrekið fyri skaðum og leikbannum. Av teimum fyrstu ellivu, sum gjørdu liðið til føroyameistara í fjør, vantaðu Hans Fróði Hansen og Allan Mørkøre, og harafturat var Jóhannis Joensen ikki heilt fit for fight.
Av tí sama lá nógv á herðunum hjá Jens Eriki Rasmussen, men sum heild hevði HB sera lítið upp á seg í fyrra hálvleiki.
Øðrvísi við B68, sum spældi trygt í verjuni, og Marlon og Marcelo vístu gott innanhýsis forstáilsi. Fróði Benjaminsen hevur gott eyga fyri spælinum ? men fjúsið kundi verið longri ? og aftasti maðurin Finn Mørk var millum teir bestu á vøllinum saman við Sámal Eriki Hentze, sum var eitt av álitunum í seinna hálvleiki, tá HB trýsti.
Tí var tað ikki óuppiborið, at B68 fór til hálvleiks við leiðsluni, men tað var óheppið fyri teir, at HB skoraði so tíðliga í seinna hálvleiki.
Toftamenn trýstir
Tað sást beinanvegin, at HB fór at spæla betri eftir hálvleikssteðgin. Áleypararnir fluttu seg meir, og tað elvdi eisini til, at B68-verjan ta einu ferðina »gloymdi« Súna Fríða, sum bleiv leysur við Magnusi Poulsen. Hann fór framvið málmanninum, sum tók beinini undan honum, og so var brotsspark.
Tað setti Jens Erik Rasmussen trygt í netið til 1-1.
Fyri HB hevði málið stóran týdning, og so við og við settu teir seg á dystin.
Spælið fór at ganga nógv betur, og B68 hevði úr at gera við at verja, men samstundis vóru teir als ikki vandaleysir í mótálopunum.
Men toftaliðið hevði ongan veruligan málmøguleika í seinna hálvleiki. Hjá HB var tað serliga Súni Fríði, sum stríddist nógv móti gamla felagnum hjá sær, og einu ferðina rakti hann stongina.
Jóhannis Joensen helt seg hava skorað, tá hann sneiddi eitt fríspark frá Jens Eriki í málið, men hann var rangstaddur, og Rúni Nolsøe hevði móti endanum eitt frálíkt langskot, sum Magnus júst fekk fingrarnar á, men nærri enn tað kom HB ikki.
Sum heild var úrslitið í lagi. B68 var uppiborið á odda í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki var HB nærri sigrinum.
Tá Birgir Sondum bríkslaði fyri seinastu ferð, vóru tað eisini teir í B68, sum vóru fegnari enn teir hjá HB. Sigursrøðin hjá B68 bleiv steðgað, men teir vóru væl nøgdir við javnleikin.
Liðið sær út til at vera samanspælt, og fyri eina ferðs skuld hava íløgurnar í útlendsku spælararnar loyst seg.
Úr HB hevur verið sagt, at teir ikki ætla at fáa sær nakran spælara í staðin fyri Allan Mørkøre. Men tað verða teir kanska noyddir til. Hann hevði í øllum førum komið væl við hesaferð.
Nógv kort, men ikki nóg nógv?
Annars er at siga, at fleiri av monnunum á báðum síðum vóru rættiliga illir í sær. Serliga vóru Fróði Benjaminsen og Hans á Lag sum hundur og ketta, og teir fingu eitt kort í part. Tað fingu fleiri aðrir eisini, men dómarin, sum annars er kendur fyri at vera raskur við kortunum, kundi lættliga givið enn fleiri hesaferð!
HB-B68 1-1 (0-1)
0-1: Marcelo Marcolino
1-1: Jens E. Rasmussen br.
HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Jákup Eli Olsen, John Heri Dam ? Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Rói Árting, Jens Erik Rasmussen ? Magni á Lakjuni, Súni Fríði Johannesen.
B68: Magnus Poulsen ? Oleif Joensen, Finn Mørk, Signar Johannesen ? Jákup Djurhuus, Marlon, Sámal Erik Hentze, Messias, Jan Petersen ? Fróði Benjaminsen ? Marcelo Marcolino.