Á Toftum fyrireika tey bátafestival

Ársins fyrsti bátafestivalur ? bátafestivalurin á Toftum ? verður 3. mai. Tiltakið er samstundis startskotið til teir mongu festivalarnar, sum eru kring landið um summarið Hetta verður fjórða árið á rað, at Bátafelagið á Toftum setir Skálafjørðin og heimbygdina í andglettin.

Á Toftum vænta tey bátar úr øllum landinum til ársins fyrsta bátafestival. Møguligt avlop av tiltakinum fer til felagshús hjá bátaeigarum.

Oyrahavnin hevur víst seg at vera sera vælegnað til slík tiltøk, sum batafestivalurin er. Havnin er rúmsátt, hevur landstreym og aðrar hentleikar.

Dagurin byrjar við, at bátarnir savnast í Skálafirði. Leiðin ber úteftir Skálafjørðinum og út á Toftir, har festivalurin kemur at ganga fyri seg á bryggjuøkinum. Móttøka verður í Oyrunum, tá ið bátarnir eru komnir til lands. Bjóðað verður vælkomin. Á bryggjuni verða harmonikutónar, og bátsfólkið fær eitt nú feska suppu.

Bátafelagið fer aftur í ár at skipa fyri, at pláss verður fyri húsvognum, so hesin bólkur av frítíðaríðkarum eisini kann verða við.

Á bryggjuøkinum verður skipað fyri alskyns tiltøkum, bæði fyri børnum og vaksnum. Grillbúffar, pylsur og smyrjibreyð verður selt, so ongum nýtist at ganga svangur.

Ætlanin er at skipa fyri kórsangi í tjaldinum, og seinni um kvøldið verður dansur við Countryorkestrinum.

Bátafelagið á Toftum hevur í ár keypt sær eitt nýtt tjald, sum er 12 x 30 metrar, og verður hetta tjald karmur um flestu tiltøk á økinum.

Toftir er gomlu útróðrarbygd, og ætlanin hjá bátafelagnum er í samstarvi við kommunu og aðrar góðar kreftir at útvega felagnum eini felagshøli.

Ætlanin er, at eitt møguligt avlop frá bátafestivalinum 3. mai fer til hetta endamál.