- Happingin gjørdist alsamt ógvisligari og fyri okkum, ið vóru tey vanligu ofrini, gjørdist lívið eitt satt helviti, sigur Niels Uni.
- Eg varð læstur inni í skápum í fríkorterum, og tá eg ikki var tað, varð eg happaður ella bukaður.
Millum annað soleiðis sigur Niels Uni Dam í Vikuskiftis Sosialinum í dag.
Stórt tema er um happing í Vikuskiftis Sosialinum í dag, har millum annað Niels Uni Dam sigur sína søgu.
Vikuskifti verður í handlunum í Havn í kvøld og kring landið í morgin.