Tók góðar tveir tímar at fáa lastbil uppaftur

Fyrrapartin fríggjadagin fór ein miðalstórur lastbilur út av vegnum norðan fyri Kolbeinagjógv.

 

Myndin er tilvildarlig.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um ein lastbil, sum er merktur til 13,5 tons.

 

- Her var tíbetur eingin fólkaskaði, og bilurin fekk heldur ikki stóran skaða.

 

Men, tað tók sína tíð at fáa bilin uppaftur, og hetta var serliga tí, at tey røttu amboðini vóru ikki á staðnum.

 

Soleiðis, sum løgreglan hevur skilt, var fyrst hugsað um at lyfta bilin upp aftur á vegin. 

 

- Men, vegurin er smalur, og tí er trupult at brúka størri amboð um hesar leiðir, sigur vaktleiðarin.

 

Skálafjarðar Sløkkilið, Tórshavnar Sløkkilið og IR-Lastbilar vóru upp á tal at hjálpa til við uppgávuna, sum Landsverk stóð fyri.

 

- Soleiðis, sum eg havi skilt, varð lastbilurin at enda togaður upp aftur við einari gravmaskinu.

 

Vaktleiðarin legði aftrat, at tað tók meira enn tveir tímar frá tí, at tey fingu boðini um lastbilin, til bilurin var fingin uppaftur.

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.