? Tað kendist, sum at tokið snaraði á ein heldur løgnan hátt, og so fór tað av jarnbreytini. Eingin okkara visti, hvat hendi, og fólk róptu og skríggjaðu, greiddi Tatsuya Akashi frá. Hon var eit av ferðafólkunum við tí fullsetta tokinum, sum rendi á eini íbúðarhús nærhendis japanska býnum saka í gjár.
Tatsuya Akashi slapp frá vanlukkuni uttan nakran snudd, men øll vóru ikki so heppin. Í gjár kunngjørdu myndugleikarnir, at minst 49 fólk høvdu latið lív, og at meiri enn 300 vóru flutt á sjúkrahús til viðgerðar.
Japonsku myndugleikarnir fóru alt fyri eitt undir at kanna orsøkina til vanlukkuna. Ein talsmaður hjá jarnbreytarfelagnum, sum átti tokið, váttaði í gjár, at tokførarin var bara 23 ára gamal, og at hann hevði arbeitt ellivu mánaðir sum tokførari. Hann váttaði eisini tíðindi um, at tokið koyrdi fram við einari støð, sum tað annars skuldi steðga á, og at tað síðani bakkaði aftur til støðina, og at sami tokførari eisini gjørdi eitt tílíkt mistak seinasta summar.
Ferðafólk, sum Reuters tosaði við í gjár, søgdu, at tokið hevði ikki hildið ferðaætlanina, og at tað koyrdi ov skjótt, tá tað kom í eitt sving. Løtu seinni fór tað útav og rendi á húsini.
Tokvanlukkan í gjár er tann ringasta í Japan síðani 1963, tá 160 fólk doyðu í einum toksamanstoyti nærhendis Yokohama. Japanska jarnbreytarkervið ber annars orð fyri at vera sera trygt.