Aftur í gjár var løgreglan ymsastaðni í meginøkinum og gjørdi ferðslukanningar – og tað fær avleiðingar fyri fleiri bilførarar – og hjá onkrum fær tað stórar avleiðingar.
Nakrir bilførarar fingu bót fyri at koyra ímillum 81 og100 kilometrar um tíman. Harafturat fingu nakrir bilførarar bót fyri ikki at sita í trygdarbelti, fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu og onkur bilførari hevði ikki koyrikortið við sær.
Harumframt fingu einir átta bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman. Harafturat misti ein bilførari koyrikortið treytað fyri at koyra 122 kilometrar um tíman. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, og stendur hann ikki royndina, verður koyrikortið tikið frá honum. Og afturat tí fær hann so eisini eina bót upp á 2.500 krónur.
Men so var tað ein bilførari, sum koyrdi heilar 141 kilometrar um tíman og hann missur so koyrikortið beinanvegin, umframt at hann fær eina bót upp á 3.500 krónur.