Nú verður enn ein roynd gjørd av avmarka møguleikar hjá teimum, sum ferðast til Føroyar, at keypa tollfrítt tubakk.
Tað er nevniliga ein partur av nógv umrødda, men ultra-loyniliga, kreppupakkanum hjá samgonguni.
Keldur, sum hava verið í fíggjarmálaráðnum og fingið frágreiðing um ætlaða kreppupakkan, fortelja fyri Sosialinum, at ein partur av kreppupakkanum er at avmarka søluna av tollfríum tubbakki.
Keldur okkara siga, at Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur greitt teimum frá, at ætlanin er at minka søluna av tollfríum tubbakki niður í helvt.
Hann hevur somuleiðis greitt teimum frá, at hetta fer at geva landskassanum eina eyka inntøku upp á 12 milliónir krónur um árið.
Elvt til rok
- Tað er annars ikki langt síðani, at ein roynd varð gjørd at strika søluna av tollfríum tubbakki, men tann ætlanin elvdi til slíkan politiskan ófrið, at hon varð tikin aftur.
Tá ið tann royndin varð gjørd, førdi Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fram, at eftir hansara tykki er sølan av tollfríum vørum ikki annað enn ein stuðul til ferðavinnuna og hann helt eisini, at verður sølan avtikin, fer tað at javntseta allar borgarar í landinum, tí tað eru ikki øll, sum hava møguleikan at keypa tollfrítt.
Ein annar politikari, sum eisini royndi at avtaka tollfríu søluna, var Karsten Hansen, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum í CHE samgonguni, men eisini hann fekk so harða politiska mótstøðu í samgonguni, at hann mátti taka ætlanina aftur.
Hann hevði áleið sama sjónarmið, sum Jóannes Eidesgaard, men harafturat helt hann, at tað var ongin, sum ferðaðist til Føroyar fyri at fáa tollfríar sigarettir.
Les eisini greinina: Ein stórur missur hjá Atlantsflogi og Norrønu