Tollfrítt sprutt og sigarettir á Flogvøllinum

Í dag er dagurin, tá tollfrí søla í flogfarinum steðgar. Tvær tollfríar sølubúðir lata nevniliga upp á flogvøllinum. Vørurnar verða bíligari enn í Kastrup, men dýrari enn í Billund

Á samkomu klokkan tíggju í morgun, vóru nýggju tollfríu sølubúðirnar hjá Atlantsflogi sýndar fram fyri innbodnum.

Fyrstu ferð tær verða nýttar verður tó ikki fyrr enn klokkan 13:45, tá fyrstu ferðafólkini fáa møguleika at keypa tollfrítt á flogvøllinum. Hetta verður í sølubúðini, sum er beint við, har mann finnur viðføri sítt aftur.

Í longri tíð hevur hetta verið fyrireikað, og Árni Winther arkitektar hava teknað sølubúðirnar, sum Articon hevur gjørt klárar.


Fegnir fyrireikarar

Til samkomuna í morgun vóru fleiri, ið tóku orðið at fegnast um hesa nýggju skipan við tollfríari sølu.

Teir, ið tóku orðið vóru Christian Andreasen, nevndarformaður í Vága Floghavn, Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, Dávur R. Hansen, stjóri í Vága Floghavn og Magni Arge, stjóri í Atlantsflogið.

Allir vóru teir fegnir um, at henda løta var upprunnin. Jóhan Dahl fegnaðist, at nýggj tiltøk verða sett í verk, tá pílarnir annars peika niðureftir og Magni Arge kallaði dagin søguligan, tí Barack Obama verður settur inn sum forseti, og Atlantsflog byrjar at selja tollfrítt á landi.

Eisini vóru menn raskir at nevna minkandi byrðuna í flogførunum, so meiri viðføri og meira ferðafólk sleppa í hvørt flogfarið. Hetta skuldi so eisini gjørt, at mann spardi eitt sindur av brennievni, og tí hevur minni útlát.

Somuleiðis løgdu menn dent á, at hetta fór at verða ein fyrimunur fyri raksturin hjá Vága Floghavn, tí ein partur av peninginum úr búðunum fer beinleiðis til Floghavnina.


Broytingartíð

Magni Arge fegnaðist somuleiðis, at Atlantsflog hevur fingið møguleika at selja, tí fleiri vóru um boðið. Hann kallaði eisini dagin, ein dag við nýggjum vindum. Hinvegin legði hann eisini dent á, at hetta verður ein avbjóðandi tíð, har Atlantsflog skal læra av hesi nýggju byrjan.

- Vit fara at nýta okkara royndir. Vit eru von við at arbeiða við tollfríari sølu og eisini tá tað er trongt. Men vit skulu læra nógv í hesi fyrstu tíðini, tí hetta er ikki heilt tað sama, greiddi stjórin í Atlantsflogi frá.


Spara flogternu

Av tí at tollfría sølan er flutt á land, so sparir Atlantsflog eina flogternu í flogfarinum. Tí nú verður minni at gera inni í flogførunum. Samstundis merkir hetta, at fleiri fólk skulu arbeiða á landi.

Sum skilst verður tískil ikki talan um uppsagnir hjá Atlantsflogi.


Terna lat upp

Tá stóru grindirnar við sølubúðina, har viðføri kemur, fóru upp, tá var Bergtóra Nielsen fyrsta fólkið í búðini.

Bergtóra Nielsen hevur starvast hjá Atlantsflogi síðan fyritøkan byrjaði fyri einum 20 árum síðani. Hon skal hava ein avgerandi leiklut í samband við tollfríu søluna.