Tónleikarar ? í vanda fyri at fáa hoyribrek

Tinnitus er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum. Tónleikarar eru teirra millum, sum eru í stórum vanda fyri at fáa hetta hoyribrekið

Tað eru alt fleiri fólk, ið hoyra eina sjóðan fyri oyrunum. Tað virkar á tann hátt, at tey hoyra ?gang? inni í oyranum - nakað sum bara tey og eingin annar hoyrir. Tað er sostat eitt ?falskt ljóð? tey hoyra. Tískil misskilja tey ofta, hvat sagt verður.

Hetta fyribrygdið verður nevnt Tinnitus.

Ein stór grund at fólk fáa tinnitus, er at tey verða ávirkað av nógvum óljóðið í longri tíð - og at óljóðið er meir enn gott er.


Óljóð

Ljóð verður mátað í decibel (dB) og 85 dB er er tað lógarásetta markið, sum ein persónur ikki má ávirkast yvir, tá ið arbeitt verður.

Fólk, sum til dømis arbeiða í einum maskinrúmi á einum skipi, verða ofta útsett fyri einum óljóðið millum 100 og 110 dB. Oyrnavernd er tí neyðug at hava í einum tílíkum arbeiði.

Onnur arbeiði, har fólk verða útsett fyri einum hægri enn loyvdum decibeli eru til dømis arbeiði við el-amboðum, arbeiði í verkstaði, betongídnaði, maskinsmiðju, og gravimaskinum. Eit annað sum fólk annars ikki hugsar so nógv um, men har óljóðið ofta er yvir tað loyvda decibelli er í einum barnagarði. Her er trupulleikin hinvegin, at ikki ber til at skrúa ljóðið á maskinuni fyri.


At nýta oyrnavernd

? Tá ið vit eru úti og kannað arbeiðsumstøðurnar hjá fólki, hava vit altíð ljóðmátaran við, sigur Evelyn Gaard, ið arbeiðir hjá arbeiðseftirlitinum.

? Er óljóðið hægri enn tað loyvda fáa virkini boð frá okkum, og vit geva teimum eisini ráð, hvuss tey kunnu minka um óljóðið ? kanska við at innrætta rúmini øðrvísi. Fólkini fáa eisini boð um at nýta oyrnavernd.

? Vit verða onkutíð spurd, hvat er tann besta oyrnaverndin. At nýta oyrnaverndina er tann besta oyrnaverndin er svarið vit geva, sigur Karl Joensen, eftirlitsmaður á arbeiðseftirlitinum.


Felagið ynskir færri limir

Í felagnum fyri hoyribrekað í Føroyum eru umleið 100 limir. Carita Bjørklund, formaður í felagnum upplýsir, at ein stórur partur av limum eru maskinmeistarar.

? Vit hava annars ikki sum mál, at fáa fleiri limir í felagið. Tað gongur tann rætta vegin um vit gerast færri limir, sigur Carita.


? Tónleikarar eru ein bólkur í samfelagnum, sum er nógv útsettur fyri at fáa tinnitus. Vit vita eisini um fleiri, sum hava trupulleikan, sigur Brandur Øssurson frá Tónleikarafelagnum.

? Ein máting var gjørd har Jóhan í Kollafirði sang, og har var mált heili 130 dB, sigur Karl Joensen frá arbeiðseftirlitinum.

? Á rock-konsertinum er tallið óivað nógv hægri. Hetta er ein trupulleiki, sum vit eisini mugu fáa gjørt nakað við, sigur Brandur Øssurson.

? Eg haldi til dømis at Norðurlandahúsið kundi sett eitt hægsta mark fyri hvat var loyvt at spæla í húsinum, sigur Brandur.


Tíð av ávirkan samanborið við styrki

? Nú vita vit eisini, at tíðin ein verður ávirkaður av óljóðið eisini spælir inn. Men hægri styrkin er, minni tíð krevst fyri at geva sommu effektina, vísa mátingar. Til dømis svarar styrkin á óljóðinum 85 dB í 8 tímar til tað sama sum 109 dB í 1,5 min., sigur Karl Joensen, eftirlitsmaður á Arbeiðseftirlitinum.-