Tónleikarar selja út

Reinsaríið skipar fyri loppumarknaði av tónleiki og tónleikaraútgerð. Tað eru tónleikarar sjálvir, sum selja sínar ognir.

Reinsaríið skipar næsta leygardag fyri einum øðrvísi tónleikatiltaki. Tiltakið verður kallað Punkt.

- Her kunnu tónleikarar, tónleikaídnaðurin og tónleikaáhugaði hitta sínar javnlíku. Her verður loppumarknaður við tónleikaútgerð og øðrum, ið hevur við tónleik at gera. Eisini framførslur, framsýningar og framløgur at síggja, og um kvøldið verður veitsla fyri tónleikarar, sigur Bogi Andreasen.

- Tiltakið er fyri tónleikarar og tónleikaáhugaði, og tað eru tónleikarar og tónleikaáhugaði, ið skulu geva tiltakinum innihald, sigur hann og vónar, at fleiri fara at nýta høvi, bæði at selja ymiskt, teimum ikki tørvar longur, og at reypa av tí, tey eiga.

- Hevur tú eitt LP savn, ið tú vilt av við, ella loftaði tú plektaran hjá Leivi Thomsen á Nýggjárskonsertini hjá Terja og Føstufressum í 1990, ella trummustikkaran hjá Eyðun úr Hatespeech frá Prix Føroyar finaluni í 1997. Ella vilt tú av við tína fuzz pedal ella tín Vox forsterkara, ella vísa fram títt savn av gomlum pallpassum, so fært tú nú høvi at koma við tínum tingum, og høvi verður hjá øðrum at koma við sínum forvitni ella keypihugi, sigur fyrireikarin.

Punkt verður frá klokkan 13 til 18 og síðani verður ruddað til veitsluna, sum tó einans er fyri tónleikarar.