Ada og Jóan Petur sita og eta sushi við borðini niðri í Vágsbotni.
Tey hava lurta eftir øllum framførslunum, men hava eisini havt tíð at royna ymisku aktiviterirnar. Nú var tíðin komin at njóta ein bita í sólini.
- Hoppiborg, rópar Jóan Petur, tá eg spyrji, hvat hann hevur gjørt í dag. Og riðið á tarvinum og hoppa á trampolin.
Tónleikurin er ikki tað týdningarmesta, og Ada sigur, at hon hevði komið líkamikið hvør spældi. Tó so, í dag gleðir hon seg mest til Return.
- Tað besta við Voxbotn er atmosferan, sigur Ada. Tað riggar so væl her, mitt í Havnini, sigur hon víðari.
- Hetta er sum ein mini-Ólavsøka, sigur Ada.